Bloggur

Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru

Leygardagin verður almenn móttøka í Leguhúsinum í Nesvík, í sambandi við at ein øld er liðin, síðani Føroyska Sjómansmissiónin fór undir skipað arbeiði. 

Sum nógv onnur framstig í tí tíðini, byrjaði tað í Suðuroy, og fyrsta stigið var, at missiónsfólk, vinnulívsfólk og onnur í Suðuroy stóðu saman um at keypa sýslumanshúsini á Tvøroyri at hava til trúboðarahús, við eini sjómansstovu í kjallaranum. Tá ein lesur og hoyrir um slík framtøk í tíðini tá og eisini seinni, ið als einki kendi til sovorðna materiella vælferð sum á okkara døgum, fær ein ovurstóra virðing fyri hesum framskygdu fólkum. Avrik og offur teirra vísa týðiliga, at tey brendu fyri eini týdningarmiklari søk! Tað var kærleiki til sjófólkið og umsorgan fyri teimum, bæði andliga, likamliga og sálarliga.

Og hetta sama hevur eyðkent sjómansmissiónsarbeiðið líka síðani. Samfelagsbroytingarnar hava verið øgiligar hesa farnu øldina, og tað sama kann sigast um umstøðurnar hjá fiski- og sjófólki okkara, eins og viðvíkjandi fiskileiðum, arbeiðsmynstri og øðrum. Hesum skiftandi korum hevur sjómansmissiónin eftir førimuni roynt at lagað arbeiði sítt eftir. Sjómansmissiónin fylgdi við, tá føroyingar fóru til Grønlands, Íslands, Bornholm og aðrastaðni at fiska. Tá 200 fjórðingamarkið so vendi øllum á aftur og førdi fjarfiskiflotan heim aftur, varð arbeiðið aftur lagað eftir tí. Og nýggjasta avbjóðingin at laga seg eftir er talgilda kollveltingin í okkara tíð. Tó hevur søkin verið tann sama alla tíðina, at bera sjófólki okkara gleðiboðskapin um Jesus Kristus, Guds Son og frelsara heimsins, og annars at stuðla teimum eftir førimuni. 

Arbeiðinum í dag stendur ein sjómanstrúboðari fyri, saman við einum landstoymi av sjálvbodnum, eins og 40 sjómanskvinnuringum kring landið, ið stuðla arbeiðnum við forbøn og peningaligum stuðli. Hetta ger tað møguligt hjá sjómanstrúboðaranum, Torleifi Johannesen, at koma víða í serligu ørindum sínum fyri sjómansmissiónina. At Torleif hevur verið heili 25 ár í hesum starvi, umframt 2 ár á sjómansstovu í Bornholm frammanundan, ber boð um, at hetta er eitt meiningsfult og spennandi arbeiði at virka í. Tað eru ikki mong onnur, ið á henda hátt kunnu vitja fólk í arbeiðstíð, har tey bæði arbeiða og búgva.

Tað eru allar góðar grundir til at hátíðarhalda ein 100 ára merkisdag hjá eini so góðari søk! Og tað er eisini eitt gott høvi at takka, bæði teimum mongu, ið stuðla arbeiðnum nú, og øllum teimum, sum ígjøgnum mong ár hava verið við til at bera hesa týðandi arbeiðsgrein í missiónsarbeiðnum. Sjómanstrúboðaranum, sum stendur á brúnni, og familju hansara. Øllum sjómanskvinnuringunum kring landið, ið trúgvir koma saman gjøgnum vetrarhálvárið at stuðla arbeiðnum. Landstoyminum fyri sjómansmissiónina, ið saman við trúboðaranum leggur arbeiðið til rættis. Reiðaríum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, ið sýna arbeiðnum stóra vælvild og gávumildi. Eins og kirkju- og missiónsfólki, manningarfeløgum, myndugleikum og øðrum. Og ikki at gloyma sjófólkinum, ið tekur so væl ímóti, tá sjómanstrúboðarin kemur umborð.

Við hesum verða øll boðin hjartaliga vælkomin á móttøkuna í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin!

Øssur Kjølbro, aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

2015
2014
2013
Leita eftir evni