Tá ið eg fór niður til Danmarkar at lesa, var mín fatan av kirkju og samkomulívi tann, sum størsti parturin av mínum ættarliði hevur. Viðurskiftini millum ættarliðini, ta staðbundnu kirkjuna og missiónshúsið tyktust ógvuliga greið. Børnini gingu í sunnudagsskúla, tey ungu gingu til ungdómsmøti, tey eldru á møti, og øll komu stundum í kirkju.
Síðani eg flutti niður, er mítt sjónarmið hesum viðvíkjandi komið undir trýst. Eg havi nevnliga sett mær spurningin: Hvussu ber tað til, at kirkjulið eru býtt sundur á henda hátt? Tá ið eg kom niður og hevði funnið mær eina kirkju og eitt missiónshús at ganga í, vísti tað seg, at danir hava ein øðrvísi hugburð hesum viðvíkjandi. Hugburðurin er tann, at óansæð um tú gongur á sunnudagsskúla ella ungdómsmøti, so síggjast vit klokkan hálvgum ellivu í kirkjuni hvønn sunnudag. Tað, sum higartil hevur gjørt meg mest ovfarnan, er, at eg enn ikki havi hoyrt undanførslur, sum eg sjálvur havi nýtt so sum: "gudstænastan byrjar ov tíðliga”, "tað er alt ov gamalsligt og keðiligt” og so framvegis.
Tá ið ein góður vinmaður og lestrarfelagi spurdi meg, hví eg ikki hevði verið í kirkju teir seinastu sunnudagarnar, visti eg ikki annað enn at svara tað, sum einum fyrst kemur til hugs: Tað er í so tíðliga. Eg væntaði, at hann fór at taka undir við mær, men í staðin brast hann út úr at flenna. Hann helt tað vera skemtiligt, at eg ikki orkaði upp sunnumorgum, tá ið tað frá mánamorgni til fríggjamorgun eingin trupulleiki var hjá mær at møta í skúlanum til undirvísing.
Spurningurin er ikki, um tað er nóg mikið, annaðhvørt at fara í kirkju ella á møti, um ein er ónøgdur ella nøgdur við sín prest, men heldur um ein er partur av kirkjuliðnum. Hví er tað so neyðugt, at vit eisini ganga í kirkju? Eitt missiónshús er ikki at líkna við eina kirkju. Vit fáa jú lut í altarsins sakramenti í kirkjuni, vit fáa Jesu likam og blóð og syndanna fyrigeving. Tað var eisini Jesu boð til okkara, at vit skulu gera tað til hansara áminning. Umframt tað játta vit okkara kristnu trúgv í gudstænastuni, tá ið vit siga trúarjáttanina. Dópurin er eisini ein týdningarmikil partur av gudstænastuni, tá gerast børn sum vaksin partur av kirkjuliðinum, og tað eigur at vera ein merkisverd løta fyri alt kirkjuliðið. Umframt tað, er tað neyðugt fyri eitt og hvørt kirkjulið at hava eitt savningarstað fyri øll. Uttan eitt savningarstað veksur gjógvin millum ættarliðini.
Eg ynski ikki at seta kirkju og missiónshús upp ímóti hvørjum, tí tey eru ein partur av hvør øðrum. Mín stúran er, at tær ymsu bólkingarnar av kirkjuliðinum í ymiskar aldursbólkar syndra samanhaldið og samhaldsfestið. Bólkingarnar eru eingin trupulleiki so leingi, vit hava ein savningarstað, har ið vit kunnu savnast um sakramentini og felagskapin. Eg trúgvi ikki, at loysnin er fleiri ungdómsgudstænastur og familjugudstænastur, sjálvt um hesi eru góð ískoyti. Harafturímóti meti eg, at vit eiga at gerast meiri tilvitað um týdningin av einum savnaðum kirkjuliði. Skulu vit eggja ungum sum eldri at fara í kirkju eru ráð fyri tí. Skipað kundi til dømis verið fyri morgunmati áðrenn gudstænastuna í missiónshúsinum. Hetta gjørdu tey ungu í Leirvík í eitt tíðarskeið við góðum úrsliti. Møguleikarnir eru fleiri, men tað er fyrst og fremst neyðugt, at vit viðurkenna vansan við einum sundurbýttum kirkjuliði.
,,Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, fyri at tit skulu boða frá dygdum hansara, sum kallaði tykkum frá myrkrinum til sítt undurfulla ljós.” (1. Pæt. 2,9)
Tummas Kannuberg
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024