Bloggur

Relatiónir fram um traditiónir?

Fyri nøkrum døgum síðani las eg eina grein. Greinin var um eina kanning, sum ein amerikanskur pastorur hevði sett í verk. Kanningin hevði til endamáls at kanna, nær og hvussu amerikanarar koma til trúgv á Jesus. Úrslitið av kanningini vísti heilt greitt, at allarstørsti parturin av trúgvandi amerikanarum vóru komnir til trúgv á Jesus ígjøgnum familju ella vinir – also ígjøgnum relatiónir. Hetta fekk meg at hugsa um mín gerandisdag. Hann er, sum hjá so nógvum øðrum, fyltur við alskyns tiltøkum og uppgávum. Bæði maðurin og eg hava fleiri uppgávur í andaligum arbeiði, og eg ivist ikki í, at andaligar uppgávur fylla nógv hjá fleiri familjum kring landið. Alt gott um tað. Tað er bæði gott, rætt og ikki minst gevandi at vera virkin í andaligum arbeiði, men geva vit okkum samstundis stundir til at røkja okkara relatiónir? Um tað nú eisini er soleiðis í Føroyum, at størsti parturin av trúgvandi føroyingum kemur til trúgv ígjøgnum relatiónir, eiga vit so ikki at leggja størri orku í tær? Fyri okkum trúgvandi burdi tað, at vunnið onnur menniskju til Jesus, jú verið eitt av høvuðsendamálunum í lívinum.

Tá Jesus gekk her niðri á jørðini, brúkti hann nógva tíð saman við menniskjum, sum hann, eftir traditiónini tá í tíðini, als ikki burdi brúkt tíð saman við. Til dømis át hann saman við tollarum og syndarum, og hann tosaði við kvinnuna við Sikarsbrunnin, tá ið ongin annar gjørdi tað. Jesus var ikki bangin fyri at fara ímóti streyminum fyri at vinna menniskju. Hvussu er tað við mær? Tori eg at hugsa út um traditiónina, fyri at eitt menniskja skal koma at kenna Jesus? Hvussu er við okkum øllum? Hava vit skapt so nógv tiltøk og so nógvar fastar formar og traditiónir, at vit ikki tora at traðka út um tey, tá tað til tíðir er neyðugt? Hava vit so nógvar góðar andaligar uppgávur, at vit ikki hava stundir til nakra tætta relatión?

Í eini relatión ella vinabandi má eg seta vinin hægri enn meg sjálva. Eg kann ikki taka støði út frá mær sjálvari, men eg eigi at taka støði í vininum og hennara ella hansara tørvi. Í praksis merkir hetta, at eg kanska kann verða noydd at ofra okkurt tiltak fyri at kunna vera nærverandi í løtuni og geva mínum vini, mínum næsta, mítt fulla uppmerksemi.

Í Fyrra Pætursbrævi 4,8 lesa vit “Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum;”. Tað er mítt hjartans ynski, at hetta er tað, sum sleppur at mynda mín gerandisdag, at eg má hava ein inniligan kærleika til mín næsta. Ein kærleika, sum vísir áhuga í lívinum hjá henni ella honum, ein kærleika, sum hjálpir, sum ger mun, og sum skapar eina tætta relatión. Vónandi er hetta nakað, sum eisini myndar gerandisdagin hjá øllum trúgvandi í Føroyum, hetta at seta okkara næsta hægri, enn okkara mangan hátthevjaðu traditiónir.

Elsbet Magnussen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni