Bloggur

Reformatión - er tað neyðugt?

Í ár eru liðin 500 ár síðan reformatiónina, sum Martin Luther byrjaði, og sum okkara kirkja eisini er uppkallað eftir.

Tað var í 1517, at Martin Luther sló tær 95 tesurnar uppá hurðina í kirkjuni í Wittenberg, og við hesari gerð byrjaði ein heimsumfatandi endurnýggjan av fatanini av, hvat kristindómur er, og hvat Jesus Kristi boðskapur stendur fyri.

Hví var henda avgerð hjá Luther at mótmæla tí, sum Pávin segði, neyðug?

Luther sá, at tað, sum pávin hevði boðað frá, ikki var í samsvar við Orðið, tað vil siga Bíbliuna. Orsakað av hesi sannføring síni, kendi Luther seg noyddan at tala at tí, pávin segði.

Alt tað, sum kom í kjalarvørrinum av teimum 95 tesunum hjá Luther, er ein longri søga. Men tó hendi tað avgerandi, at Orðið, Guds Orð, bleiv atkomuligt hjá tí vanliga borgaranum við tað, at Luther umsetti Guds orð, Bíbliuna, til týskt. Hetta gjørdi hann fyri at sláa fast, at Orðið var til fólkið og ikki bara til tey lærdu. Við hesum fekk fólkið møguleika at lesa og seta seg inn í Orðið, og fekk gleði og varð uppbygt av Orðinum.

Eisini vit eru vælsignað við at hava fingið Orðið á okkara móðurmáli, men lesa vit hetta Guds orð? Ella dámar okkum bara at sitera tað, sum vit duga og hava hoyrt, og sum passar inn í okkara umstøður og livimáta?

Luther ynskti at vekja fólkið upp, bæði leik sum lærd, soleiðis at tey aftur fingu álit á at ”Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð” (Hebr 4,12).

Treingja vit í dag til eina reformatión?
Treingja vit, sum liva í dag, til at koma aftur til sannføringina hjá Luther: Kristus eina, Orðið eina, trúgvin eina og náðin eina?

Hvar stendur okkara kirkja og missión í dag í mun til hesa sannføring hjá Luther?

Reformatión er ikki at nýhugsa ella at broyta Guds orð. Nei, reformatión er at venda aftur til útgangsstøðið og lata Guds orð vera avgerandi fyri okkara tankar og gerðir/lív. Tað eru vit, sum skulu venda aftur til Orðið, og ikki øvut.

Tað var kærleikin til gleðiboðskapin, og álitið á Bíbliunnar orð, sum gav Luther mót og styrki til at reisa seg upp ímóti tí katólsku kirkjuni.

Vit hava eisini í dag brúk fyri trúgvandi persónum, sum seta Bíbliuna hægri enn siðvenjur og aðrar menniskjaligar uppfinningar.

Vit hava sanniliga brúk fyri eini reformatión – ella lat okkum í hesum føri kalla tað eina veking.

Mátti hetta reformatiónsárið verið eitt endurnýggjanar- og vekingarár fyri okkara kirkju og missión, fyri leik sum lærd, so at vit, tá ið hetta árið er runnið, kunnu siga við Luther: Kristus eina, Orðið eina, trúgvin eina og náðin eina.

Lat okkum at enda steðga við tær báðar seinastu tesurnar hjá Luther og eitt sitat eftir Luther, sum hóskar væl inn í okkara tíð:

Tesa nr. 94: Tey kristnu eiga at verða ámint um at fylgja Kristi eftir, teirra høvdi, gjøgnum revsing, deyða og Helviti,

Tesa nr. 95: og soleiðis meira seta sítt álit á at ganga inn í Himmalin gjøgnum mangar trongdir enn gjøgnum friðarinnar tryggleika.

Sitat: “Tað er munur á at hava Guds orð og halda Guds orð. Mong hava tað, men halda tað ikki, og í staðin halda tey mammon, æru, vald og tokka framum Guds orð. Tí elska tey heldur ikki Kristus og svíkja seg sjálv, tá ið tey líta á, at tey hava Guds orð og dagliga hoyra og lesa tað. Tó taka tey seg ikki fram av teirri grund.”

Kaj Eli Hansen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni