Hevur tú roynt at grátið? Grátið svíðandi tár, sum dýrt konsentrat av eymum kenslum. Pínufull tár. Náttúruvísindi kunnu greiða frá, hvat hendir við kroppinum, tá vit gráta. Men upplivingin er nakað annað - á einum øðrum stigi.
Náttúruvísindi kunnu eisini greiða frá, hví vit hava summar. Hvussu jørðin ferðast um sólina, og hvussu árstíðirnar skifta hareftir. Men at uppliva summarkvøldið er nakað fyri seg. Summarkvøldið kann fáa kenslur upp at dansa. Lýsið er heilt serstakt, og fuglaljóðini fylla náttúrumyndina. Huglagið, litirnir, ljóðini og angin eru tilsamans nakað heilt serstakt fyri sansirnar.
Eitt vakurt summarkvøld kann eg njóta ein kopp av te. Náttúruvísindi kunnu greiða frá, hvussu vatnið verður tilført orku, og hvussu mýlini byrja at flyta seg frítt, tá ketilin kókar. Men kenslan av at fáa ein heitan kopp av tei í hondina, merkja hvussu teið hitar kroppin - bókstaviligt og í fluttari merking - og hugnin, sum er við at drekka ein góðan kopp av tei, um tað er í góðari samveru, ella bara eg - tað er ein onnur dimensión. Upplivingin stríðir ikki ímóti alis- og evnafrøðiligu lýsingini av, hvat hendir, tá eg bryggi mær ein kopp av te. Tað er bara ein vinkul afturat.
Soleiðis er eisini við mínari trúgv. Tá menniskju siga, at tey ikki kunnu trúgva á Gud, tí at náttúruvísindi ikki kunnu innkapsla hann í eina frágreiðing, so má eg rista við høvdinum. Náttúruvísindini kunnu ikki so frægt sum máta pínuna í einum tári. Tað ber til at máta til dømis heilaaktivitet. Men við alskyns tólum og skannarum kann eingin avlesa innara mennskjað - tað er fjalt. Men tað er sanniliga har! Ikki sum ein andsøgn við náttúruvísindi, men sum ein annar partur av veruleikanum - tann, sum vit kanska uppliva sum mest veruligan.
Eins og einki náttúruvísindaligt prógv er fyri, at eg eri eitt menniskja við sjálvstøðugum kenslum og tankalívi, við skapandi lyndi og livandi hugflogi, full av treiskni og manglandi tíðar- og staðarsansi, so er eyðsýnt fyri øll rundanum meg, at soleiðis er.
At Gud er til, ivist eg ikki eina løtu í! Eg eri blivin sannførd um, at alt peikar ímóti Guds veru. Tá eg hugsi um, hvussu alisfrøðin, evnafrøðin, støddfrøðin, lívfrøðin, jarðfrøðin, stjørnufrøðin og allar aðrar frøðir vísa á ein alheim við so stórum kompleksiteti, við so góðum ordan, við so fínum samspæli, við so nógvum dimensiónum, at eitt menniskja als ikki megnar at rúma tí, líka so lítið sum allar heimsins "frøðir", so haldi eg at tað er púra givið, at her er eitt "mastermind". Síðan nær kemur nakað úr ongum, fyri ikki at tala um nakað so stórsligið sum sjálvur alheimurin? Kann alheimurin koma úr ongum, tá einki í alheiminum kemur úr ongum?
Tá eg so hyggi eftir søguligum viðurskiftum, tá eg síggi, at elligomul profeti eru gingin út, og at skriftir yvir fleiri túsund ár hanga gjølliga saman, so kann eg ikki bara kveistra tað burtur. Tað vildi verið óseriøst. Tá eg síggi hvat hendir har, sum menniskju ákalla Gud, so er tað mær so púra greitt. Eins greitt sum eg síggi, at menniskjuni rundanum meg hava eitt innara menniskja, eitt eg, eina persónligheit. Har er ein persónur, eitt eg, við heilt øðrum dimensiónum enn bara menniskjasligt. Og eg má boyggja meg fyri, at Gud er! Soleiðis upplivi eg tað, vil øllum mínum viti, sansum og kenslum - og meira afturat, sum eg ikki skilji.
Um Gud er, sum hevur skapt alt sum til er - hvussu skuldu so allar vísindagreinir í heiminum kunna greitt frá honum? Hvussu skal tað skapaða greiða frá Skaparanum?
Tá eg eitt summarkvøld siti einsamøll við einum rúkandi koppi, og okkurt tár av longsli, møði og sorgblídni trokar seg út í eygnakrókin, og eg upplivi ein kærleika til mín, sum er størri enn nakar menniskjaligur kærleiki, so er tað, saman við øllum øðrum, sum peikar ímóti Gudi, eitt prógv um, at Gud er. Eins týðiligt og grasið er grønt hesa ársins tíð.
Jórun Pólsdóttir
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.