Er tað ikki heldur seint at skriva um páskirnar, nú tað eru 12 dagar síðani páskadag? Kanska, men týdningurin av undrinum páskamorgun er júst, at einki longur er tað sama, men at alt broyttist, tá tann deyði Jesus úr Nasaret reis upp frá deyðum! Páskaboðskapurin er júst, at tað eru páskir alt árið, og ikki bert tveir kvirrar dagar um árið!
Íðan, er hetta ikki bara mytur ella dreymar frá eini farnari tíð, har fólk høvdu trupult at skilja millum ævintýr og veruleika? Nei, í roynd og veru ikki! Páskaundrið er sera væl undirbygt søguliga, og veruleikin er, at jú neyvari ein kannar próvtilfarið, jú truplari er at kveistra tað frá sær sum mytu. Í grundini er størsta forðingin ikki søgulig, men filosofisk. Nevniliga tann fatan av tilveruni, sum frammanundan útihýsir møguleikanum, at ein Gud er til, sum kann grípa inn í okkara heim.
Tá spurningurin skal svarast, hví ein stórur bólkur av fólki brádliga byrjar at trúgva, at Jesus var upprisin, viðurkennir ein breiður meiriluti av teimum, ið granska nýggjatestamentliga søgu kritiskt, tær sannroyndir, ið liggja aftanfyri uppreisnartrúnna. At Jesus úr Nasaret varð krossfestur og síðani jarðaður av Jósefi úr Arimatea. At nakrar kvinnur, sum fylgdu Jesusi, funnu grøv hansara tóma triðja morgunin. At bæði navngivnir einstaklingar og bólkar av fólki á fleiri ymiskum støðum og undir fleiri ymiskum umstøðum upplivdu at síggja Jesus livandi eftir deyða hansara. Og at upprunaligu lærusveinarnir brádliga og ærliga komu til ta trúgv, at Gud reisti Jesus frá teimum deyðu, hóast teir høvdu allan hug til tað øvuta. Hvussu greiðir ein best frá orsøkini til alt hetta, tá ein samstundis hevur eina røð av eygnavitnisfrágreiðingum til Jesu uppreisn?
Slíkt próvgrundarlag ber í sær, at kristna trúgvin ikki kann samanberast við pátrúgv ella skjótast inn undir góðvarni. Ella bert er ein meira ella minni tilvildarligur máti at skoða tilveruna. Tvørturímóti er kristna trúgvin at fyrihalda seg til veruleikan. Tí við páskaboðskapinum treingir hann, ið segði seg vera Guds egna son, seg sjálvur fram at okkum, heilt persónliga. So nær, at vit noyðast at taka støðu til hann. Og júst hesin nærgangandi og ódámligi spurningur man vera høvuðsgrundin til, at so mong ikki tora veruliga at fara í hóslag við søguliga próvtilfarið, men heldur kveistra spurningarnar frá sær.
Men fyri kristnu kirkjuna – tað eru øll tey Kristus-trúgvandi kring allan heim – er páskaboðskapurin tí ein sigursboðskapur. Ein boðskapur um fyrigeving fyri alla synd. Um at verða reistur aftur á føtur hóast djúpastu føll. Um óendaligt virði í Guds eygum hóast egnan óverdugleika. Um vónríka framtíð hóast mangan døpur útlit í hesum foldarlívi. Um ektaða og djúpa gleði hóast mótgongd. Sjálvt tað at koma saman sunnumorgun, sum er beinleiðis fylgja av uppreisnarmorgninum, er alt árið ein áminning um henda sigur og hetta bjartskygni.
Kristin eiga tí ikki at hyggja niður í mótloysi og máttloysi, svartskygni og hugi at gevast. Sum um alt var liðugt og mist langa fríggjadag. Tvørturímóti hava vit alla grund til at líta upp og vera bjartskygd, vera virkin og ágrýtin, full av áræði. Tí hann reis veruliga upp og sigraði á deyðanum, og sigur hansara er okkara í trúnni á hann!
Øssur Kjølbro, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024