Bloggur

Nýggi sáttmálin

Herfyri bleiv Nýggi Sáttmálin hjá Føroyska Bíbliufelagnum givin út. Nýggi Sáttmálin er nýggja testamenti á meira dagligum talumáli, sum skuldi gjørt tað lættari at skilja Bíbliuna, serliga hjá ungum og børnum.

Men í allari gleðini um, at tað nú finst ein útgáva, sum vónandi fer at gera tað lættari og hugaligari at lesa, so er skjótt at gloyma, at tað er Gud sum hevur “givið” hesi orðini út; eisini tær undanfarnu útgávurnar hjá Victor Danielsen og Dahl/Viderø. Tað er Hann, sum ikki bara av fyrstantíð er komin við boðskapinum, men sum enn og um alla tíð stendur aftanfyri.

Hetta er ein sáttmáli, sum Gud hevur gjørt. Hann hevur skrivað allar treytirnar, og tær eru ikki fáar, og so eru tær sera truplar at halda. Ja, fyri at siga sum er – eingin hevur enn klárað at hildið tær. Vit standa øll sek í sáttmálabroti. Hetta er niðurstøðan eftir tí “Gamla sáttmálanum”.

Men Hann steðgaði ikki har! Hann kom við einum Nýggjum Sáttmála, har Hann enn setur somu strangu treytir, men í Soni sínum lovar Hann nú sjálvur at uppfyllir allar treytirnar í sáttmálanum. Tað einasta, vit skula gera, er at skriva undir!

So er spurningurin – loyva vit øðrum at koma líka “lætt” fram at hesum sáttmálanum, sum vit loyva okkum sjálvum. Ella er tað soleiðis, at vit halda at øll onnur hava atgongd, men ikki eg???

Sama hvør okkara fatan av støðuni er, so broytist sannleikin ikki!

Gud hevur gjørt okkum ØLLUM ein nýggjan veg heim til sín, og vit hava ØLL atgongd og møguleika at skriva undir vegna – og bara vegna – okkum sjálvi. Ja, sjálvt Hitler ella Stalin stóðu ikki aftanfyri Móðir Teresu ella Luther – og eg standi hvørki aftanfyri ella frammanfyri teg. Her eru vit øll líka.

Ofta havi eg lindi til at meta um onnur út frá útsjónd, gerðum og talu og seta tað saman við, hvussu útlitini eru fyri at koma til Gud. Hetta ávirkar, hvussu eg farið við mínum næsta, og er mangan í andsøgn við, hvussu Jesus fer við mær.

Hugsa tær – hevði Pætur fingið ein møguleika afturat, um eg ella tú var Jesus?

Vit eru ikki Jesus og blíva tað aldrin, men okkara kumpass eigur at vera sett eftir honum og hansara máta at liva. Kvinnan við Sikars brunnin varð møtt av Jesusi, sum hon var. Hennara døpru síður vóru ikki lopnar um, men staðfestar. Og tó – so var tað aldrin ivi um Jesu kærleika til hennara sum persón, og tí fór hon full av gleði inn í bygdina at rópa á øll, hon møtti, at tey máttu koma til Jesus.

Vit kunna gera tað sama. Men tað kunna vit best, um vit hava møtt Jesusi og lært hann at kenna soleiðis sum kvinnan við brunnin – at hann sær okkum, sum vit eru, men elskar okkum treytaleyst hóast alt, vit skammast við.

Lat okkum vera sparin við at flagga við feilunum hjá øðrum, men gávumild við at flagga við Guds yvirflóð av náði og at sýna hesa náðina í verki, har vit eru. Gud stendur við sín sáttmála, og eingin, sum kemur til Hansara, verður vendur í hurðini.

Lat okkum tí ikki seta hægri krøv til okkara næsta, enn okkara Pápi ger við okkum!

Gunnar Nattestad, skrivari í Bíbliufelagnum


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni