Bloggur

Náði-regnskjólið

Brot úr bókini Axiom hjá Bill Hybels

Kreativir fundir eru ofta vandamiklir. Ein leiðari reisist og sigur: “Ok, vit hava eitt tiltak at fyriskipa (ella ein trupulleika at loysa ella eina nýggja møtirøð at planleggja), og vit hava tørv á okkara mest kreativu hugskotum. Minnist til, tað finnast eingi ring hugskot! Lat okkum bara fáa alt út á borðið, tí sjálvt eitt hugskot, sum tú heldur verða ringt, kann væl møguliga leiða til ta góða hugskotið, sum vit hava brúk fyri.”

Hetta er vanligt málbrúk í tíllíkum umstøðum, og meðan leiðarin kanska veruliga heldur at tað finnast eingi ring hugskot, so taka hini eina stóra risiko tá tey deila eitt hugskot, ið onkur annar kanska haldur verða ringt. Í mestsum hvørjum kreativum fundi eg havi verið til, hevur onkur uppá eitt ella annað tíðspunkt havt eitt hugskot, ið tey ynsktu at deila, men tey tordu ikki at siga tað. Heldur enn at møta háðan og ‘rullandi eygum’, ella enntá verri, kritikki frá teirra samstarvsfelagum, so lótu tey vera við at siga nakað.

Fyri nøkrum árum síðan byrjaði Nancy Beach, leiðari fyri ‘Programming og Production’ í Willow Creek, tað sum vit kallað ‘náði-regnskjólið’ (Umbrella of Mercy) til ein av okkara kreativu fundum. Beint áðrenn hon deildi eitt møguliga óbrúkiligt hugskot við okkum, so helt hon hendurnar yvir høvdinum á sær eins og eitt regnskjól og segði: ”Vís mær líka eitt sindur av náði, ok?”

Fólk tóku hetta beinanvegin til sín. Í framtíðini, tá vit brainstormaðu hugskot, so gav hetta lítla teknið fundarluttakarunum nokk dirvið til at deila teirra hugskot, líkamikið hvussu ørt ella ómøguligt tað tóktist at verða. ”Vís náði, ikki døma” – hetta var avtalan hvørja fer vit sóu ein samstarvsfelaga halda ‘náði-regnskjólið’ yvir høvdinum á sær.

Eg havi lært, at hetta ikki bara er eitt gott  prinsipp tá hugskot verða brainstormaði, men til ein og hvønn fund har tað er tørvur á einum hugskoti, ið kann møta mótstøðu frá hinum luttakandi. Til onkrar fundir, so vísi eg ikki bara ‘náði-regnskjólið’, men fái eisini ein og hvønn persón til staðar at hyggja inní eyguni á mær og lova at tey hugsa væl um mítt hugskot áðrenn tey siga nakað um tað. Og bert tá tey ganga við til tað, haldi eg áfram.

Nøkur av okkara bestu hugskotum nakrantíð eru komin fram ígjøgnum hesar ‘náði-regnskjól’ løtur. Vit síggja kanska býtt út tá vit gera tað, men tað er eitt av snildastu signalunum vit hava tikið í brúk í okkara arbeiðsmentan.

Umsett: Jákup Justinussen

---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni