Bloggur

Munadygg missión

Missión. Hvat er tað? Tað er fyrst og fremst, at menniskju leggjast aftrat Guðs ríki. Í Guðs orði stendur, at trúgvin kemur av tí, sum verður hoyrt. Tí verður boðað. Boðað av talarastólum inni í missións- og meinigheitshúsum.

Men hvussu sær boðanin út mánadagar, týsdagar, mikudagar, hósdagar, fríggjadagar og leygardagar? Sum kunnugt eru nógv fleiri og drúgvari løtur uttan fyri halgidómin, enn inni í honum. Men hvussu við okkara orku til missión? Er hon býtt upp samsvarandi? Eg hugsi ikki um, at vit øll skulu ganga við einari traktat í lummanum í gerandisdegnum. Alt í lagi at summi velja at gera tað, men nei. Eg hugsi um, at okkara trúgv speglast aftur í gerandisdegnum. Okkara lív er sum ein opin bíblia. Ella tað skuldi tað helst verið. Tí tað er nú einaferð soleiðis, at vit menniskju í okkara sosialu sambondum meta um hvønn annan. Og vit, sum kalla okkum kristin, eiga at kunna hava reint mjøl í posanum. Eru vit reiðilig í øllum okkara viðurskiftum? Geva vit okkum tíð fyrst og fremst til okkara nærmastu? Geva vit okkum stundir at tosa við okkara næsta á gøtuni – hóast vit í veruleikanum ætlaðu at skunda okkum? Koma vit rættstundis til arbeiðis, og gera vit okkara arbeiði til lítar? Halda vit okkara avtalur og givin lyfti? Hugsa vit um, hvussu vit skriva á sosialu miðlunum og hvørjar myndir, vit leggja út? Hvussu við okkara fíggjarviðurskiftum? Hava vit reina samvitsku har? Hava vit givið hvørjum sítt? Geva vit okkum stundir at vera sjálvrannsakandi ella halda vit, at hjá mær stendur alt væl til? Um so er, blinkar reyða ávaringarlampan av álvara.

Eyðvitað megna vit ikki altíð alt hetta, og tí mugu vit vera eyðmjúk og biðja um umbering, tá ið alt ikki gekk so fyrimyndarliga fyri seg. Fátt vekir so nógva virðing, sum at viðurkenna sínar veikleikar. Tað øvuta av hesum er at vera sjálvhátíðarligur, og tey munnu vera fá, sum meta tað sum eina dygd. Onnur síggja ikki tað, vit siga, men tað, vit gera og tey, vit eru. Um orðini av talarastólinum doyggja mitt í viku, so kunnu vit spara okkum at fara upp á talarastólin. Longri er tann søgan ikki.

Har fyri er ikki sagt, at vit skulu vera so fróm, at vit bara mangla veingir og gloriu. Tvørturímóti, so síggi eg ógvuliga stórt í, at kristin júst eru og ferðast sum vanlig fólk. Ikki uppiyvir. Ikki niðriundir. Persónliga trúgvi eg, at tað er tann mest munadygga missiónin, sum er.

Elinborg Osvaldsdóttir


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni