“Gev teimum tað, tey biðja um, so verður friður!” Soleiðis siga fleiri, sum eru troytt av kjakinum um “kynsneutralt hjúnalag”. Hyggja vit til tey londini, haðani fortalararnir heinta íblástur til taktikkin, er tó einki, sum bendir á, at so verður.
Til fyri fáum árum síðan spurdi eingin, hvat eitt hjúnalag var. Og so var um allan heim. Søguliga er talan tí um eitt higartil óroynt eksperiment, hvørs langtíðaravleiðingar vit ikki kenna.
Sagt verður, at “kynsneutralt hjúnalag” bara snýr seg um tvey vaksin fólk. Hetta er ikki rætt, tí við at víðka um sjálvan stovnin, fáa hesi nýggju “hjún” allan pakkan: Ikki minst rætt at ættleiða børn. Hetta hevur verið sera lítið frammi í kjakinum.
Í kensluborna retorikkinum um “rættindi” er eisini vert at hava í huga, hvat mannarættindasáttmálarnir siga. Mannarættindasáttmálin hjá ST tryggjar í 16. grein, at menn og kvinnur, sum eru myndug, hava rætt til at gifta seg og stovna familju uttan avmarking vegna rasu, tjóðskap ella átrúnað. Størsta sjálvfylgja er her, at hjúnalagið er lógliga góðkenda sambandið millum ein mann og eina kvinnu. Seinni í somu grein verður sagt, at familjan er samfelagsins natúrliga grundeind, sum hevur krav uppá vernd frá samfelagnum og statinum.
Eisini er vert at leggja sær í geyma, at Barnakonventiónin hjá ST (grein 7) ásetur rættin hjá børnum til bæði foreldur, so vítt gjørligt. Hesum taka flest øll undir við, tá vit hoyra um børn, sum leita eftir tí pápa ella mammu, tey hava saknað alt lívið. Tess meira undranarvert er tað, at so mong tó fegin lóggeva henda miss inn í lívið hjá ósekum smábørnum, tá talan er um samkynd.
Tá ið sálarfrøðingar kanna orsøkir til sálarligar trupulleikar, er mest natúrligt at kanna viðurskiftini í barndóminum millum barn og mammu og pápa. Tí er tað eitt nýtt eksperiment, tá foreldraskapur eisini verður gjørdur kynsneutralur og minimeraður til at vera summurin av umsorganini frá tveimum persónum, har kyn hevur einki at týða. Umsorgan er grundleggjandi í barnsins uppvøkstri, men foreldraskapur er eisini dynamikkurin í ymiskleikanum millum kynini (so fáa vit næstan ikki verið meira ymisk). Sum Rudolph Arendt segði: “Tveir skógvar eru ikki neyðturviliga eitt par av skóm” – ikki um báðir skógvarnir eru til sama fót!
Um kynið er líkamikið, hví eftirlýsa vit so eisini umboðan av báðum kynum í barnagørðum og skúlum? Hóast eitt ideologiskt rák vil vera við, at munurin millum kynini bara er ein “social konstruktión”, er júst kynsmunurin eitt høvuðseyðkenni fyri mannaættina. Hyggja vit at náttúruni, síggja vit, at soleiðis er øll tilveran uppbygd.
Tað er tí ódámligt, tá spurningurin um ættleiðing verður gjørdur persónligur, til ein spurning, um tær báðar og teir báðir eru fitt og megna at vera góð við eitt barn. Við soleiðis at snara einum sakligum orðaskifti til at snúgva seg um kenslur, er lættari at øsa fólk og fáa fólkastemningin við sær.
Millum annað hesin fyri okkara samfelag og framtíð grundleggjandi spurningur stendur uppá spæl – uttan mun til partapolitiskan lit.
Øssur Kjølbro
---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024