Bloggur

Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016

Fyri nøkrum vikum síðani var ein lýsing at síggja á bussunum í Danmark. Tað var ateistiskt felag, sum hevði orðað lýsingina, og hon ljóðaði: Hví trúgva uppá Gud? Endamálið var at fáa fólk at melda seg úr fólkakirkjuni.

Henda lýsing fall nógvum fyri bróstið. Ein ung kvinna fekk eitt hugskot at gera eitt sjónband, har hon segði frá, hví hon trúði á Gud, og hon mælti øðrum at gera tað sama. Sjónbandið er sæð yvir 7000 ferðir, og nógv valdu at taka av avbjóðingini og siga, hvønn týdning Gud hevði í lívi teirra.

Ein svaraði, at tað var einki, sum kundi geva henni tað, sum trúgvin á Gud kundi. Eingin lívsfilosofi, eingin onnur religión, einki kundi sammetast við Gud.

Ein annar svaraði, at í Danmark verður sjáldan tosað um trúgv. Tað er tabu ella privat, og hetta eigur at verða broytt, tí trúgv hevur so avgerandi týdning.  “Eg síggi tí lýsingina sum ein møguleika, har fólk kunnu ransaka seg sjálv og seta týðandi spurningin: Hvat trúgvi eg?” – sigur stigtakarin til sjónbandið.

Kann ikki lata vera við at hugsa, hvussu ein slík lýsing hevði verið móttikin í Føroyum? Høvdu fólk reagerað øðrvísi uppá eina slíka lýsing? Okkum dámar væl at siga, at í Føroyum hava vit eina sterka(ri) kristiliga traditión. Yvir 80% eru limir í fólkakirkjuni. Samkomurnar hava eisini nógvar limir. Vit hoyra ofta, at sagt verður, at kristna trúgvin er ein stórur partur av samfelagnum. Men spurningurin er, um hetta er veruleikin? Ella liva vit í fortíðini, har tað einaferð var so, men fólkið hevur flutt seg?

Hvat trúgva ung í Føroyum í dag? Eg vænti, at vit høvdu verið ovfarin, um vit høvdu spurt á hægri lærustovnum, um tey ungu søgdu seg vera trúgvandi ella ikki.

Hvussu stendur til við kristintrúnni í Føroyum í dag?

Hesa síðstu tíðina hava fleiri upplivað, at tað at vera trúgvandi í Føroyum í dag er ikki bara lætt. Trúgvin er ikki longur undirforstaðin á sama hátt, sum hon hevur verið. Í so máta, hava vit verið sera priviligerað í Føroyum. Men er hetta broytt?

Vit, sum fylgja við á sosialu miðlunum hava lagt merki til, at tónin er ráur og til tíðir hatursfullur. Fleiri eru, sum ikki tora at blanda seg uppí kjakið, tí tey eru bangin fyri, at um tey alment játta seg at vera trúgvandi, so fær hetta avleiðingar – bæði á arbeiðsplássinum, men eisini millum vinir og kenningar. Fólk eru bangin.

Vit, sum eru trúgvandi, sum hava leiðandi størv innan kirkjur, missiónshús og samkomur, eiga at tora at hyggja inneftir. Eiga at tora at seta provokerandi og rannsakandi spurningar. Spurningar sum til dømis: Hava vit sovið í tímanum? Havi vit ikki kent okkara vitjanartíð? Halda vit, at tað stendur væl til andliga í Føroyum, tá ið veruleikin kanska er ein annar? Liva vit enn uppá, at gudstrúgvin hevur í mong ættarlið verið so sterk millum fólk okkara, at vit hava bara latið staðið til? Er tørvur á veking innan kirkjur og samkomur?

Eitt dømi um, at kristintrúgvin ikki hevur so góð kor millum vanliga føroyingin er øsingin, sum stóðst av einum almennum bønartiltaki, sum var áðrenn løgtingsvalið. Hetta fekk fólk at reisa seg úr stólunum, fekk landsins kosnu fólk, politikarar, ein fyrrverandi løgmann og onnur at samanbera hesi, sum dittaðu sær at koma saman alment at biðja, við talibanar og fundamentalistar. Bønin á løgtingsvøllinum var rópt at vera ein “seanca”, sum minti um tað, sum hendir í Afghanistan og í øðrum tilafturskomnum londum. Niðurstøðan av hesi øsing var fyri meg, sum ein av fyriskiparunum av tiltakinum, eitt himmalrópandi prógv um, at føroyingurin hevur flutt seg – andliga sæð.

Jú, bøn verður kanska góðtikin, og kanska verður góðtikið ella tolererað, at man er trúgvandi, men samstundis verður sagt: “ver inni í kirkjuni og praktisera tína trúgv – tak hana ikki við uttum kirkjugáttina”.

Er hetta ikki ein andsøgn? Er tað ikki júst okkara uppgáva sum trúgvandi ikki einans at vera trúgvandi inni í kirkjuni? Inni í missiónshúsinum? Men at taka trúnna við okkum allastaðni – eisini út í almenna rúmið.

Jesu Kristi Kirkja hevur eina avbjóðing – ongin ivi í tí. Men avbjóðingin er kanska sunn fyri okkum. Kanska ger avbjóðingin nakað tað sama, sum lýsingin á bussunum í Danmark gjørdi, at fólk reisa seg og hyggja inneftir, rannsaka seg og kanna eftir, hvussu teirra andligu støða í veruleikanum er. Kanska er henda avbjóðing ein fyritreyt fyri veking?

Og tá ið alt kemur til stykkis: er tað so ikki har, inni í okkara egna lívi, at vekingin byrjar?

Ann Dahl Hansen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni