Herfyri kom út árligi listin yvir lond, har kristin verða forfylgd, á ein ella annan hátt. Og skjótt verður varhugin váttaður, at trýstið á kristin kring stóran part av heiminum er øktur nógv. Lond, har forfylgingin ikki er minkað, verða kortini yvirhálað á listanum av øðrum londum, har forfylgingin er økt.
Endamálið við listanum frá felagsskapinum Open Doors er at gera almenningin varan við tann veruleika, sum milliónir av kristnum kring heimin dagliga liva í. Ein skuldi kanska hildið, at hetta ikki er so neyðugt longur, nú globaliseringin og digitaliseringin hevur gjørt allan heim til eina “globala bygd”, tí tíðindi úr øllum heiminum eru bert eitt klikk, á telduni ella telefonini, burtur.
Fjølmiðlar á okkara leiðum hava borið onkur slík tíðindi, men sum heild er lutfalsliga lítið fjølmiðla- og politiskt fokus á forfylgd kristin. Kanska kemst hetta av, at vesturlendingar sum heild aftra seg við at lýsa fólk út frá síni átrúnaðarligu sannføring (burtursæð frá tá onkur vegna átrúnað sín hevur gjørt seg inn á onnur). Í multikulturella samfelagnum er tað politiskt ókorrekt, og átrúnaður er jú eisini alt meira burturvístur til privatu sfæruna hjá fólki, tí hann hevur ikki so nógv at týða – halda mong verðslig fólk. Ein onnur – óváttað - grund tykist vera, at kristin í okkara parti av heiminum avgjørt ikki eru “darlings” hjá verðsligu fjølmiðlunum, helst vegna stríðið hjá mongum kristnum fyri siðbundnum virðum í etiskum spurningum, og at hetta gongur út yvir áhugan fyri kristnum í øðrum pørtum av heiminum. Um hetta so er rætt ella ikki, so fer nógv forfylging og ágangur fram í heiminum, júst eftir hvønn átrúnað fólk hoyra til.
Men óivað skulu kristnu Føroyar eisini venda eygunum inneftir, tí er bønin fyri teimum forfylgdu kristnu úti í heimi ein fastur partur av gudstænastum og møtum kring landið? Í kirkjubønini beint eftir prædiku? Ella í bønini, sum sunnukvøldsmøti í missións- og meinigheitshúsum vanliga enda við? Onkur hevur sagt, at ein gudstænasta ella eitt møti uttan forbøn fyri brøðrum/systrum kring heimin, sum verða forfylgd fyri sína trúgv, als ikki er ein gudstænasta ella eitt møti. Føstu bønarevnini í Guds húsi er í grundini fyrimynd fyri persónligu bønini hjá teimum, sum koma í kirkju ella á møti.
Fleiri bøkur í Nýggja Testamenti vórðu skrivaðar til kristin, sum kendu til at líða fyri sína trúgv. Tí verður lesarin eisini mintur á samkenslu við teimum, sum líða: “Minnist til teirra, sum fangar eru, sum vóru tit samfangar teirra; minnist til teirra, sum ilt líða, sum teir, ið eisini sjálvir eru í likami”. (Hebr 13,3)
Øssur Kjølbro
-
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024