Eg hoyrdi herfyri starvsfelagar práta í døgurðasteðginum um munin ímillum at vera ”kultur-kristin” og ”ordiligt” kristin. Prátið tók seg upp, tí at fleiri hava verið til konfirmatión í seinastuni. Her í Keypmannahavn eru tað færri og færri, sum doypast og konfirmerast í fólkakirkjuni. Í staðin velja summi at konfirmerast til nøkur ávís lívsvirði, onkra aðra trúgv ella okkurt heilt triðja. Onkrir starvsfelagar kendu eisini fólk, sum ikki trúgva, men kortini velja at giftast í kirkjuni. Hesi fólkini taka ta kristnu siðvenjuna, men velja eitt annað innihald. Tað eru eisini onnur mítt ímillum, sum kanska ikki er serliga virkin í kirkjuliðnum í tí dagliga, men kortini eru limir í fólkakirkjuni og eru glað fyri ta kristnu siðvenjuna.
Summir av mínum starvsfeløgum undraðust á, hví ein velur at konfirmerast ella giftast í kirkjuni, tá ið ein annars ikki er aktivur í kirkjuni og kanska ikki trýr “ordiligt”. Fólk vilja gjarna hava siðvenjuna, men ynskja ikki at fáa allan pakkan. Men hví vilja tey ikki tað? “Tað er tí, at tey eru kultur-kristin,” segði ein starvsfelagi. “Kultur-kristin!? Hatta heitið havi eg ongantíð hoyrt fyrr. Hvat er munurin á at vera kristin og kultur-kristin,” spurdi ein annar. Ein defineraði tað soleiðis, at ordiliga kristin eru meira virkin, og kultur-kristin eru meira passiv. Tey ordiliga kristnu fara til fleiri gudstænastur og skipa fyri møtum og tílíkum. Kultur-kristin fara kanska einans til gudstænastur jólaaftan og eru annars ikki virkin.
Hetta fekk meg at hugsa, og henda definitiónin harmar meg eitt sindur. Skulu vit altíð vera so virkin? Skal tað verða fremsta definitiónin uppá ein ”ordiligan” kristnan? Er grundarlagið fyri okkara trúgv ikki júst, at vit hava fingið frelsuna fyri einki? Hvussu ber tað so til, at fleiri síggja tað sum eitt krav, at ein skal vera so virkin fyri at kunna kalla seg kristnan?
Tað stendur í Rómverjabrævinum 3,24:
”og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,”
Fyri einki! Tey vóru ikki rættvísgjørd, tí at tey vóru so virkin. Fyri einki! Eg haldi, at tað er týdningarmikið at halda fast í, at tað, sum ger ein kristnan, er “rættvísi Guds við trúgv á Jesus Krist fyri øllum teimum og yvir øll tey, sum trúgva; tí at eingin munur er.” (Róm 3,22). Um tú trýrt, kanst tú kalla teg kristnan. Tað er sjálvandi gott at vera virkin í kirkjuliðnum. Gudstænastur, møtir og sunnudagsskúlar eru ein stórur vinningur, og tad er tørvur á deknum, organistum, talarum, tónleikarum, samskiparum, køksfólki og nógvum øðrum virknum fólki. Men tað má ikki kennast sum eitt krav fyri tín samleika sum kristin. Í mínari verð er eingin munur á at vera kultur-kristin og “ordiligt” kristin. Um eg trúgvi á Jesus, kann eg kalla meg kristnan. Punktum.
Nútíðarmenniskjað stendur yvirfyri fleiri og fleiri krøvum. Tað eru nógv, sum verða sjúkrameldað vid strongd, tí at krøvini frá arbeiði, lesnaði, familju og frítíð eru so stór. Trýstið á familjurnar er stórt, og vit hava øll tørv á nærleika saman við okkara kæru. Nærleiki krevur tíð, og tí mugu raðfestingar til. Eg haldi tað vera harmiligt, um krøvini frá kirkjuliðnum um at vera so virkin leggjast omaná hesa byrðu og geva okkum ringa samvitsku sum trúgvandi. Hjá Jesusi kunnu vit finna hvíld. Uttan mun til um tú annars kallar teg kultur-kristnan, bara kristnan ella okkurt annað. Um vit trúgva, kunnu vit venda okkum til Jesus. Tí at hann sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28)
Heini Kristiansen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024