Sambært Resons Analyse eru trý ting, sum ganga aftur í listanum av nýggjárslyftum hjá norðmonnum: venja meira, lætna og eta sunnari. Kanningin ger ikki mun ímillum kristin og onnur, men neyvan eru málini so øðrvísi fyri tey, ið ynskja at fylgja Jesusi.
Kristin úr øðrum heimspørtum nevna mangan, at vit her í Vesturheiminum eru mest upptikin av tí, sum hoyrir hesum lívi til. Vit hugsa tilsvarandi minni um ævinleikan og Guds ríki. Um vit skuldu nátt okkara málum, so eru vit fegin bæði sunnari, klænri og í betri venjing, tá ið Jesus kemur aftur. Harafturat eru vit kanska liðug við at fríðka um húsini, og vit hava keypt postalínið, ið vit so leingi hava droymt um. Tað eru fá onnur, sum duga betur enn vit at seta gerandislig og materiell mál.
Mótsetningurin er harvið stórur til, hvussu systrar og brøður í øðrum pørtum av heiminum hugsa. Í dag fekk eg eitt teldubræv frá einum presti í Liberia. – Henda mánaðin fara vit at fasta og biðja í 21 dagar. Hetta gera vit við hvørja ársbyrjan fyri at søkja Guds náði og miskunn, skrivar hann, áðrenn hann fortelur um eina nýggja kirkju, sum hann hevur verið við til at byrja 400 kilometrar frá høvuðsstaðnum Monrovia: – Hon veksur skjótt. Takk Gud fyri tað!
Kanska tú ert teirra millum, sum við ársbyrjan hevur týðilig mál og megnar at fremja tey. Ella kanska tú ert ein, sum veitst hvat tú vilt, men stríðist við at megna tað. Sama hvat bjóði eg tær av til at hugsa um ynskini og málini, tú hevur sett tær, enn einaferð og seta fylgjandi spurningar:
-
Hvussu nógv av tínum málum hava veruligan týdning at náa, áðrenn Jesus kemur aftur? Hvat hevði Jesus sagt um tíni mál?
-
Hvussu nógv av tínum málum snúgva seg um Gud og hansara ríki? Bíblian sigur, at vit skulu søkja Guds ríki fyrst. So vil hann geva okkum alt annað umframt (Matt 6,33).
-
Hvussu nógv av tínum málum snúgva seg um at bera gleðiboðskapin víðari? Jesus hevur biðið okkum bera gleðiboðini um Guds ríki og hansara frelsu til øll fólkasløg (Matt 28,18-20).
Við hesa ársbyrjan vita vit eitt fyri vist. Vit eru nú nærri Jesu afturkomu enn nakrantíð. Hann bað okkum gera øll fólkasløgini til sínar lærusveinar. Men vit hava langt eftir á mál enn. Tí er tað av týdningi, at tað at fara víðari við gleðiboðskapinum verður ein týðiligur og inngrógvin partur eisini av persónligu málunum, ið vit seta okkum fyri. “Sælur er tann tænari, sum húsbóndin finnur arbeiðandi, tá ið hann kemur aftur.” (Matt 24,46, leysliga).
Steinar Opheim, DagensDebatt.no
Umsett: Jákup Justinussen
-
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024