Bloggur

– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum

Hetta vóru eingi stuttlig boð at fáa. Er ikki altíð pláss og hjartarúm í eini kirkju?

Vit høvdu áður spurt okkum fyri í aðrari kirkju, men har fingu vit boðini, at tað bara vóru standipláss eftir.
Nú var hetta ikki eitt so stórt niðurlag fyri okkum í bólkinum, at tað ikki var pláss. Vit skuldu nokk fáa andliga føði úr Guds orði kortini. Men verri er, um tað er onkur, ið fyrstu og kanska einastu ferð leitar inn í eina kirkju, og fær hesi boðini.

Vit vóru 25 føroyingar á bíbliuskeið í Norðurísrael í summar. Tann eina sabbatin vóru vit til eina fullsetta gudstænastu í Tiberias. Fleiri hundrað fólk, og fleiri máttu standa. Næsta sabbatin fingu vit boðini omanfyri.
Í grundini er tað stórt og gleðiligt, at kirkjurnar og meinigheitirnar eru fullsettar – og tað í einum landi, har tað í langa tíð hava verið sera, sera fáir Jesus-trúgvandi jødar. Roknað verður við, at bara 10-15.000 Jesus-trúgvandi jødar eru í Ísrael av einum fólkatali á gott 6 milliónir jødar. Tað vil siga, at vit tosa bara um promillur, tá ið vit gera upp, hvussu nógv trúgva á Jesus. Tað er stórt at síggja og uppliva, at fólk søkja og vilja læra Jesus at kenna.
Viðmerkjast skal, at júst í Norðurísrael eru flestir av teimum messiansku (kristnu) jødunum.

Talið á teimum, ið koma, er tó ikki altíð tað, ið vit skulu gleðast mest um – hóast tað eisini er gleðiligt. Tað mest avgerandi er hinvegin, hvat tað er, ið verður boðað. Verður evangeliið og náðin í Jesusi boðað? Verður alt Guds orð boðað?
Vit fingu eitt sindur av innliti í hetta í áðurnevndu kirkju, og annars tá ið vit vitjaðu evangelistar og kirkjuleiðarar í Ísrael.

Presturin í Eliaskirkjuni í Haifa, Shmuel Aweida, segði millum annað, at gudstænastan hjá teimum varir minst tveir tímar, og at vanliga verður undirvíst minst ein tíma í Guds orði.
Tað gav eisini nakað at hugsa um, tá ið hann nevndi tvey týdningarmikil krøv, hann setti sær sjálvum, tá ið hann prædikaði í kirkjuni. Fyri tað fyrsta spurdi hann seg sjálvan, um Pætur, Jóhannes, Paulus og hinir ápostlarnir vildu nikkað játtandi til tað, ið hann segði. Fyri tað næsta spurdi hann seg sjálvan, um dóttir hansara kundi taka sínar vinkonur við í kirkjuna, og tær vildu siga, at tað, ið sagt varð, var viðkomandi eisini fyri tær. Hóast tað ikki altíð var lætt, so ynskti hann, at tað varð svarað ja til báðar hesar spurningarnar.

Hetta er eisini ein kirkja, ið hevur verið fullsett í langa tíð, og tey kanna nú møguleikar fyri útbygging.

Sjálvur havi eg verið í fleiri kirkjum/meinigheitum í Ísrael gjøgnum árini. Men í ár er fyrstu ferð, at eg havi upplivað, at kirkjur siga, at tað ikki er pláss fyri fleiri.

Samstundis sum hetta er gleðiligt, fær tað mítt veika missiónshjarta at sláa harðari. Hvat nú um onkur, sum veruliga ynskir at læra Jesus at kenna, fær boðini, sum standa í yvirskriftini? Og so hugsi eg, hvat eg sum missiónsmaður og vit sum missiónsfólk kunnu gera fyri at skapa betri umstøður til søkjandi jødar í Ísrael. Biði eg fyri teimum? Gevi eg til missiónsarbeiði? Eri eg við til at skapa møguleikar fyri, at gleðiboðskapurin um Jesus verður borin hesum Guds útvalda fólki?
Sum kristin kunnu vit vera virkin á ymiskan hátt, tá ið tað ræður um Ísrael. Men tað besta, vit kunnu gera, er at geva teimum tað besta, sum vit hava fingið frá teimum, nevniliga Jesus, aftur til teirra!

Í Sálmi 122,6 stendur: “Biðið um frið fyri Jerúsalem!”. Latið okkum vera við í herinum, sum ger eftir hesi áheitanini... so at orðið um Jesus verður boðað víða hvar í Ísrael, og at skarin, ið kennir Jesus, veksur enn meira.

Frants Jensen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni