Telefonin ringdi herfyri. Fyrri spurningurin var hesin: “Kann ein koma á Blákrossheimið, um ein ikki er kristin?” Eg royndi at greiða frá, at vit eru ein hjálparfelagsskapur, ið byggir á kristin virði, har vit millum annað hava andaktir, og har møguleiki er at tosa við prest ella onnur um andalig viðurskifti. Vísti eisini á, at øll eru vælkomin, óansæð trúgv ella lívsáskoðan.
So kom næsti spurningur: “Kann ein koma, um ein er samkyndur?”
Havi hugsað um hesar spurningarnar. Ikki bara tí tað hevur mín áhuga at vita, hvørja mynd vanlig fólk hava av Blákrossheiminum. Men ikki minst fyri at vita, hvørja mynd vanligi borgarin – samkynd ella ikki – hava av teimum, sum savnast í kirkju, missiónshúsi ella í samkomuhúsi. Eru hesi støð, sum ein tílíkur persónur hevur hug at koma? Er hetta eitt stað, har ein tílíkur persónur fer at søkja sær hjálp?
Svarini kunnu nokk vera rættiliga ymisk, alt eftir hvønn ein spyr. Onkur kennir kanska eitt sindur meira til tað kristiliga umhvørvið frá barna- og ungdómsárunum, og svarið vil tí vera merkt av tí. Onkur hevur hoyrt frá onkrum øðrum, hvussu tað er at vera har – neiligt ella jaligt – og hetta vil eisini mynda eitt svar. Onnur gera sær sína mynd av tí, tey hoyra, síggja ella lesa í fjølmiðlunum, í sosialu miðlunum ella aðrastaðni
Tá ið eg las til journalist, var eitt hugtak, ið ofta var uppi at venda. Tað var hugtakið “Tann fjølmiðlaskapti veruleikin”. Hetta sipar til, at fjølmiðarnir í sera stóran mun eru við til at mynda fatanina hjá fólki av nógvum ymiskum viðurskiftum. Fjølmiðlarnir lýsa ofta virðurskifti munandi einfaldari, enn tey eru, teir lýsa ósemjur og mótpolarnar. Men tað er verri enn so altíð, at tey, ið eru partar í málinum, ella tey, ið hava stórt innlit í málið, kenna seg aftur í hesum “fjølmiðlaskapta veruleikanum”. Tí er spurningurin, um tað er tann fjølmiðlaskapti veruleikin, ið er tann veruligi veruleikin, ella tann veruligi veruleikin er ein heilt annar.
Tað, ið eg eisini havi hugsað um, er hetta: Hvussu eru vit sum kristin? Hvat útstrála vit?
Eru vit kanska nøkur álvarsom menniskju, sum hava eina rímiliga vitan um gudfrøði, hvat er rætt og hvat er skeivt? Liva vit kristna lívið innanfyri kirkju- og samkomuveggir, og ikki úti í gerandisdegnum? Hugsaði um tað, nú eg aftur las evangeliini ígjøgnum, hvussu ofta tað ikki hendi, at Jesus møtti og samtalaði við persónar í gerandisdegnum. Hann hjálpti og sýndi teimum umsorgan. Í grundini var nógv tann minni parturin av Jesu virksemi innan samkomugátt. Tað mesta var úti á gøtuni, á torgum í býunum, og á teimum smáu síðugøtunum, har bara onkrir einstaklingar vóru. Har møtti Jesus, tann fullkomni gudfrøðingurin, næstanum við kærleika, umsorgan og hjálpsemi.
Jesus møti fólki innan og uttan samkomugátt. Og í báðum førum kallaði hann tey at gera upp við syndina. Sum trúgvandi og fyrigivnir syndarar eru vit eisini kallað at møta tí einsamalla, tí samkynda, ateistinum, drykkjumanninum og tí ‘pena borgaranum’? Alt við Jesu sinnalagi. Samstundis sum vit halda fast við, hvat er rætt og skeivt.
Liva vit kristnu í dag eitt afturlatið kristinlív, sum bara í ein avmarkaðan mun er sjónligt uttanfyri kirkju- og samkomugátt? Jesus kallar okkum, sum hava fingið frelsuna, at tæna honum. Og besti mátin at tæna honum er við at tæna næstanum. Hetta er tað, sum verður kallað diakoni. Sum kristin eru vit kallað at vera í diakonalari tænastu. At sýna bróðurkærleika, at hjálpa næstanum, at vera um tey veiku, og sum Jákup sigur “at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra” (Ják 1,21).
Diakoniin hevur í øldir eyðkent tey kristnu. Tað eru tey kristnu, ið byrjaðu við sjúkrarøkt, hjálparvirksemi, skúla og nógvum øðrum. Nógv av hesum er – í Vesturheiminum – við tíðini yvirtikið av samfelagnum. Men vit kristnu standa tó ikki arbeiðsleys á tí diakonala økinum. Her er ovmikið at gera. Fyri bara at nevna nøkur dømi eru í dag nógv einsamøll, nógv gomul og sjúk, ið hava tørv á vitjan. Tað eru eisini nógv børn og ung, ið hava tað trupult, ið hava tørv á umsorgan. Eisini er brúk fyri nógvum professionellum fólkum við ymiskum útbúgvingum í arbeiðslívinum at virka í ymiskum diakonalum størvum.
Blái Krossur er ein kristin diakonalur felagsskapur, sum røkkur út til teirra, ið hava tað trupult vegna misbrúk av rúsdrekka ella rúsevnum. Men diakoniin skal ikki bara vera ein áhugi og arbeiðsøki hjá nøkrum fáum. Sum allýsing eigur hon at vera ein natúrligur partur av lívinum hjá einhvørjum trúgvandi. Ja, so natúrligt, at eisini tey, sum ikki koma í kirkju ella samkomu, eiga at vita beinavegin, hvar tey kunnu leita, um tey hava tørv á hjálp.
Tann, ið ringdi og spurdi, um samkynd eisini kunnu koma í rúsviðgerð, fekk svarið. “Ja, einhvør, ið leitar sær hjálp, er vækomin, eisini ein samkyndur”.
Frants Jensen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.