Bloggur

Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!

Frítt val! Jú, tað ljóðar vakurt, tá ið felagsskapir tala um fosturtøku. Og vakra herrópið “Frí abort!” tykist at vera aðalmál hjá so mongum fylkingum í løtuni. Frítt val! Tað er nútímans! Tað er korrekt! 

Grannalond okkara eru somikið klárskygd, at tey loyva fríum vali. Men vit! Nei, vit afturúrsigldu føroyingar.

Men hvussu frítt er hetta valið, sum arbeitt verður fyri? Lívið í móðurlívi tykist í øllum førum ikki at hava tað serliga frítt. Tað hevur onga rødd, og verður tískil (av góðum grundum) ikki spurt eftir, um tí skal vera lívi lagað.

Hjá undirritaða er eingin fjald agenda. Eg ynski at verja lívið, ið byrjar í móðurlívi. At verja tey veikastu í okkara samfelagi, tey, ið onga rødd hava. Børnini í móðurlívi.

Men ikki bert tey í móðurlívi! Eg ynski eisini at teljast teirra millum, ið verja kvinnur ið gerast við barn.

Eg eri í dag pápi hjá einum knapt trý ára gomlum lívsstykki. Hvussu lív hennara fer at verða, veit bert Gud. Eftir førimuni leggja vit tað besta niður í hana.

Lívið við fría valinum

Nú er tað soleiðis frá upphavi skipað, at tað er luturin hjá kvinnum at gerast við barn. Mamma hevur borið meg. Konan børnini. Og Gud veit, um hetta unnist dóttur okkara ein dag. Tað vóni eg!

Men eg hugsi: Hvussu verður tá? Hvussu verður hjá henni, um hon verður við barn ov ung? So er karrieran í váða, ikki so? Hvussu verður um skanningar siga frá, at barninum væntar ein arm ella hevur eitt kromosom ov nógv? So er ivaleyst betri, bæði fyri hana og barnið, at lívið verður tikið, ikki so? Í øllum førum sleppur hon ikki undan hesum fría valinum. Ger so væl! Fría valið – smoygt yvir høvur hennara.

Í mínum eygum, so er hetta vakra fría valið heldur vorðið henni ein byrða afturat. Í fyrstu syftu, er tað avgerðin “skal/skal ikki”, ið er tung. Tí nú skal hon ikki bert gleðast um lívið, við øllum tess litum. Nú skal hon taka lív ella lata verða. 
Og hvussu verður, um hon velur fosturtøkuna? Ja, so er trupulleikin helst loystur, halda fleiri. Men er hann nú tað? Er trupulleikin ikki bert ósjónliggjørdur, og lagdur sum ein byrða í hennara egnu samvitsku? Hon er vorðin ein mamma, ið ikki tók sær av sínum barni! Nei, fría valið varð ikki so vakurt kortini. Fría valið gjørdist ein statslig misnýtsla av ungari gentu.

Er det dine børns fødder?

Fyri kortum keypti eg mær eina brosju í Danmark at hava á jakkanum, ið avmyndar føturnar á einum tíggju vikur gomlum barni í móðurlívi. Hetta, fyrst og fremst, fyri at minna meg sjálvan á, at talan er um verulig menniskjalív, ið kjakast verður um.

Á veg út á flogvøllin í Kastrup tók eg mær stundir at seta brosjuna á jakkan. Og eg var ikki meira enn komin á flogvøllin, tá ið ein blíð kvinna møtti mær við orðunum: Nej, hvor sødt! Er det dine børns fødder?. Eg gjørdist heldur skakkur, tí brosjan var sum kunnugt júst fest á bringuna, og beinanvegin soleiðis at verða konfronteraður við hetta, hevði eg ikki væntað. “Ja”, svaraði eg, og gjørdi ikki meira burturúr tí. Orkaði ikki at oyðileggja tann hugnaliga stemningin. Men kvinnan helt fram, og treiv í føturnar: Den ene er din søns og den anden er din datters. Aftur svaraði eg játtandi, og so var mítt viðføri kekkað inn.

Eg havi síðani tá skammast, tí at eg ikki nýtti høvið at siga, at her er talan um føturnar í móðurlívi. Teir føtur, sum onnur við fríum vali burturbeina.

Sum eg soleiðis havi gingið og hugsað um hesa løtuna í Kastrup, so eri kortini komin til tað, at hetta veruliga eru føturnir hjá børnunum hjá okkum. Tí eisini teirra føtur vóru tíggju vikur einaferð. Um brosjan ikki er eitt beinleiðis avrit av fótunum hjá okkara børnum, sum í dag eru 6, 3 og 1 ára gomul, so er svarið játtandi:

Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!

Ovi Brim


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni