Bloggur

Jesu passiva rættvísi

“Hví segði eg ikki: “Ja takk!”? Soleiðis kann eg sum menniskja hugsa, tá ið eg angri fortíðina. Um eg ikki tók ímóti eini gávu ella tænastu ella ímóti rósandi orðum, sum vóru ætlað mær. At eg ikki møtti menniskjum, sum bjóðaðu mær sína tíð, sítt vinalag og sín felagsskap. Hvussu nógv ríkari var eg í dag, um eg tók ímóti?

Hvat havi eg ikki í dag, tí eg segði: “Nei takk!” Og hvør er orsøkin til at eg ikki tók ímóti og framhaldandi havi tað fyri at siga: “Nei takk!”, tá ið onkur bjóðar mær eitthvørt?

Tað, eg ikki taki ímóti, gagnar mær ikki! Tess vegna kann tað kennast, sum um eg í dag eri fátækari enn eg kundi verið.

Tað, eg ikki taki ímóti, gagnar mær ikki!

At takka nei kann hava ymiskar grundir. Talan kann vera um falskan eyðmjúkleika og hugsi eg við mær sjálvum, at eg ikki eri verdur at taka ímóti! Onkur sigur: “Hatta var væl gjørt!” og svari eg tá: “Nei, eg veit ikki… hetta kunnu øll gera!” Onkur rættir mær eina gávu og sigur: “Ger so væl!”, tá ið eg svari “Nei, hetta er alt ov nógv!”, meðan eg kenni meg illa at taka ímóti gávuni. Talan kann vera um religiøsitet. Eg skal ogna mær alt, tí einki skal verða givið mær, sum ikki er vunnið við egnari megi. Skal eg fáa nakað, má eg vinna tað sjálvur! Talan kann eisini vera stoltleiki. Eg hugsi, at eg vil klára meg sjálvan og at siga “Nei takk” er tekin um sjálvbjargni!

Luther nam við hesi viðurskifti, tá ið hann skrivaði um Jesu aktivu og passivu rættvísi. Sum menniskja havi eg hug aktivt at vinna mær Jesu rættvísi við mínum egnu gerningum. Einki skal gevast mær, tí eg skal sjálvur ogna mær Guds vælvild. Men sannleikin er tann, at Guds rættvísi verður givin mær, meðan eg einki kann gera. Hetta er Jesu passiva rættvísi. Hann er tann, sum ger, meðan eg eri tann, sum bert kann taka ímóti.

Guds rættvísi verður givin mær, meðan eg einki kann gera.

“Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!”, segði Jesus við Pætur, tá ið Pætur takkaði nei til at Jesus skuldi vaska honum um føturnar. Men við at siga nei, fekk hann ikki lut í Jesu gerningi. Við at takka nei, fái ikki heldur eg lut í Jesu rættvísi, sum verður rætt mær, meðan eg eri passivur. Hann livdi. Hann doyði. Hann reis upp. Hann reinsaði meg. Hann… rættir mær hesa gávuna. Hvat sigi eg so nú til tað?

Nú hvíli eg í Guds rættvísi mær givin! Men hvussu skal eg so liva? Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. Havi eg tikið ímóti, havi eg nakað at geva! Rættvísi, Kærleika, Tíð, Gerningar, Gávur. Hetta livdi Jesus og vísti okkum. Tað, eg ikki taki ímóti, gagnar mær ikki! Hvussu kann eg so læra at taka ímóti?

Havi eg tikið ímóti, havi eg nakað at geva!

Ímynda tær eitt lív uttan falska eyðmýkt, tí tú veitst at Jesus sær! Uttan religiøsitet, tí tú hvílir í tí, Jesus ger! Uttan egoistiskan stoltleika, tí tú tekur ímóti tí, Jesus gevur!

Derhard Jógvansson


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni