”Øll tilbiðja – einasta valið, vit fáa, er, hvat vit tilbiðja.” Soleiðis sigur rithøvundurin David Foster Wallace. Hann sigur víðari, at ”øll mugu finna veruliga meining í lívinum”, og óansæð um tað eru pengar, vakurleiki, makt, flogvit ella okkurt annað, so vil tað dríva okkara lív, tí í botn og grund er tað ein formur fyri tilbiðjan. Og ein og hvør av hesum tilbiðjanarformum fer ikki bara at gera teg sárbaran og troyttan, men ”tað fer at eta teg livandi”, sigur hann.
Á ungum árum liggur lívið frammanfyri einum. Tey flestu droyma um pengar og vakurleika, popularitet og succes. Summi náa málunum. Hini eru tapararnir í samfelagseygunum. Tey, ið náddu málunum, uppliva dreymarnar gerast til veruleika, og hetta kann tykjast sum ein ferð, ið aldrin endar.
Tí nær eigur man nokk av pengum? Nær er successin nóg stór? Og nær er vakurleikin fullkomin? Lívið verður lættliga ein kapprenning um at halda øðrum aftanfyri seg ella undir sær. Kapprenning við tíðina ella ein kampur um at halda tyngdarmegini frá at toga vakurleikan longur og longur niður.
Hinvegin. Um dreymarnir ikki vórðu til veruleika, er nærliggjandi at royna at halda fæst í tí æviga ungdóminum og snýta seg sjálvan og harvið eina tíð sleppa undan at síggja veruleikan í eyguni. At man seldi seg til dreymar, sum ikki vórðu til veruleika, meðan ein sjálvur spakuliga varð etin livandi.
Spurningurin er tískil altíð átrokandi at spyrja: “Hvat livi eg fyri”?
Er tað ikki satt, sum rithøvundurin sigur, at øll hava og mugu hava okkurt, sum drívur tey fram? At tað við tíðini gerst troyttandi at tilbiðja nakað ella nakran, sum ongantíð gevur nakað afturfyri. Tí, um tú tilbiður arbeiðið, so fer tað altíð at krevja meira afturfyri. Gamaní fært tú løn, men bara so leingi tú strevast! Tilbiður tú vakurleikan, gevur hann tær gamaní viðurkenning eina løtu, men tá smyrslið ikki krógvar nóg væl longur...
Luther greiðir frá um 1. boð “Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg”, at “Gud nevna vit hann, sum vit vænta okkum alt gott frá, og sum vit venda okkum til í allari neyð”. Er tað soleiðis hjá tær? Livir tú títt lív saman við Gudi soleiðis, at tað er til hansara, tú vendir tær dagliga at vænta tær alt gott? Er tað til hansara, tú flýggjar í allari neyð? Tú kanst avdúka, hvør tín gud er við at hyggja eftir, hvat títt hjarta krøkir seg til og setur sítt álit á. Tað er í roynd og veru tín gud.
Kristni boðskapurin í síni heild vísir, at tað finnast bert tveir møguleikar. Í veruleikanum tilbiðja øll og stilla seg harvið í tænastu fyri okkurt ella onkran, fortelur Paulus. Og Jesus fortelur, at eingin kann tæna tveimum harrum. Ein triði møguleiki verður ikki givin.
Tó er ein grundleggjandi munur á teimum ymisku harrunum og gleðiboðskapinum um Jesus.
Jesus er ein mildur harri, sum er spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hjá honum kann man hvíla seg. Orsøkin er, at hann ikki er sum aðrir harrar. Jesus gav sítt lív fyri teg og ynskir at seta teg fría og frían at njóta alt tað góða, hann hevur skapað. Bara við at tilbiðja hann aleina, verður tú fríað og fríaður til eitt sunt og rætt forhold til Guds góðu gávur í lívinum.
Jákup E. Petersen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024