Eg átti eina langommu, sum var lærarinda í Kommunuskúlanum í Havn. Hon fór sum ung at ganga á møti í Sloans hús og bleiv umvend, og eftir eina tíð læt hon seg doypa.
Tað, at hon tók hesa persónligu avgerð, fekk ta avleiðing, at hon varð uppsøgd sum lærarinda. Hetta var í 1914.
Eg eri sjálv fødd í 1969 og uppvaksin í Ebenezer, so eg eri uppvaksin sum baptist. Hetta fylti tó ikki so nógv sum samleiki, fyrr enn eg byrjaði á student, tí tá varð so nógv fokus á, hvør og hvat man var.
Eg minnist allarfyrsta dagin, vit byrjaðu; tá hyggur tann eina gentan runt í klassanum og sigur harðmælt: "Eg hopi (og so bannar hon) ikki, at nakar baptist er í hesum klassanum".
Eg havi ongantíð verið kedd av mínum samleika, men tað fylti nógv millum mínar floksfelagar og vinir, tað, at man var baptist, og hvat man kundi, hvussu baptistar vóru, hvussu nógvar pengar teir áttu, hvat teir gjørdu skeivt og so framvegis.
Tá eg bleiv forlovað, fyrst í 90-unum, og Heri gjørdist ungdómstrúboðari, var eg onkuntíð við til trúboðarakonvent hjá Heimamissiónini. Tað vóru hugnaligar og stuttligar løtur, og eg var væl móttikin, men aftur har stóð eg skúlarætt, tí onkrir av hesum monnum, sum vóru væl eldri enn eg, høvdu so nógv uppá hjarta við at deila teirra negativu royndir og fordómar um, hvussu baptistar vóru.
Í 1995 fluttu vit uttanlands. Fyrst til Danmarkar og seinri longur burtur. Tá upplivdi eg fyri fyrstu ferð at verða spurd, um eg var KRISTIN. Eingin tosaði um baptistar ella kirkjufólk ella annað. Tey KRISTNU høvdu ein felags samleika.
Í árunum, vit vóru í Tanzania, møttu vit fleiri trúboðarum, sum komu frá "nondenominational" samkomum, tað vil siga samkoman var KRISTIN, men ikki trúarlærudefinerað. Hetta helt eg vera sera hugtakandi og stórt, at man kann tað, hvussu fungerar tað, og eg skilji faktiskt ikki heilt, at tað ber til.
Eg havi sjálv børn nú, sum eru ung. Tey eru ávikavist 17, 19 og 21 ár. Tann yngsta hevur gingið á Podas Ung í vetur. Helvtin av klassanum kom úr Meinigheitshúsinum, og hin helvtin aðrastaðni frá. Eg spurdi hana, hvørji hini vóru, og hon segði so, hvussu tey itu. Eg spurdi aftur seinri, men hon visti ikki, hvørjum samkomum tey komu frá, og so sló tað meg. Tíðirnar eru broyttar, og samleikin er ikki tann, sum tá eg var ung, so fyri hana var tað líka mikið, hvørjari samkomu tey komu frá; tey vóru felags um at vera KRISTIN.
Tey ganga á ungdómsmøti, fyrst og fremst í Meinigheitshúsinum, men tey ganga nógv til felagstiltøk og felagsungdómsmøti eisini. Hetta er bæði møtir, sum eru fyri heimamissiónsungdóm runt landið, og eisini ungdómsmøtir fyri allar samkomur.
Tá eg var ung, fóru eg og vinkonurnar onkuntíð á møti hjá pinsunum ella øðrum. Tá plagdi mamma at siga: "Lat ikki ommu og abba vita". Hetta tí tað hevði verið ov svárt fyri tey.
Men hetta rákið, sum endiliga er við at taka fatur nú, at okkara samleiki er, at vit eru KRISTIN, og samkomurnar kunnu supplera og stuðla hvør aðra, heldur enn at isolera og mótarbeiða hvør aðrari. Tær gomlu stríðsøksirnar um gomul trúarstríð eru niðurgrivnar ella við at verða tað. – Ja, eg gleðist um, at okkara samleiki nú er, at vit eru KRISTIN. Hetta er bæði virðiligt, rúmandi og so avgjørt í tráð við Jesu ynskir.
Og hvør er tað ikki stórt, at tey ungu KRISTNU saman fara á Teen Street, - saman, í upp móti 1000 ung, møtast til "Vit eru systkin" tiltøk, -og at samkomur skipa ungdómsmøti og bjóða øllum hinum við.
Hetta hóast vit eru tilvitað um ymiskleikan í læruspurningum, so eru vit øll KRISTIN.
Malan Kjærbo Ragnarsdóttir
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024