Fyri tveimum árum síðan var eg til eina ráðstevnu við yvirskriftini: ”Hvat er ein góð prædika?” Sera spennandi og viðkomandi spurningur. Á stevnuni mól ein annar spurningur í bakhøvdinum á mær, og tað var spurningurin: ”Hví prædika í heila tikið?” Og síðani eg í januar byrjaði sum avloysaraprestur, har prædikuvirksemið fyllir stóran part, hevur spurningurin aftur tikið seg upp.
Frans av Assisi hevur ofta fingið skotið í skógvarnar, at hann skal hava sagt: ”Prædika – nýt orð um neyðugt” Og hóast lítið sannlíkt, at hann segði tað, munnu fleiri ofta hava goymt seg handan hesa umbering. Tað havi eg í øllum førum. Tað er onkursvegna minni stoytandi at halda munn og so royna at ”prædika” við sínari lívsførslu.
Men gleðiboðskapurin má prædikast við orðum, meðan trúvirðið verður prógvað við gerningunum.
Bæði eru neyðug – eisini prædikan!
Óansæð hvussu lítið umhildið tað man vera at prædika – tí fólk halda ikki nakar kann koma við sannleikanum – so er tað onki minnið enn júst tað, vit kristnu er kallaði til. Tó á sera ymiskan hátt. Neyðugt kann tí vera at deila upp í ymisk løg av prædiku.
Vit kunnu kalla fyrsta lagið fyri ’gerandisprát’, har kristin prædika, har vit eru. Næsta lagið kunnu vit kalla ’ymiskar leikpallar’, og er hetta t.d. bloggar, bløð, smábólkar, PODAS ella kjakkvøld. Øðrvísi tiltøk um trúgv, sum eru opin og lætt atkomulig hjá øllum, óansæð trúarstøðu. Síðsti bólkurin er so tað, vit vanliga skilja við prædiku so sum í gudstænastum ella á møtum.
Men hví prædika í heila tikið? Eg vil her nevna tvær orsøkir.
Fyrsta grundin er, at tað er nakað ólekjandi galið við mínum innasta – hjartanum. Ikki hjartapumpuni, men tí bíbilsku fatanini av hjartanum, sum er alt menniskja. Hugsa um tað! Hví er nakað galið í heiminum? Og hví er nakað galið heima hjá tær? Hví er alt ikki bara gott? Tann veruligi fíggindin er ikki bara uttanfyri menniskjuna – djevulin – men er eisini innan í okkum! Tískil er ongin ytri skipan – politisk, forsorgarlig ella sálarlig – sum kann yvirvinna tann innara fíggindan. Her mugu kristin ikki smæðast við at fortelja um syndina sum veruligu orsøkina til líðing og óndskap. Tó uttan at hetta einfaldast til, at tað altíð er tætt samband millum t.d. sjúku og synd.
Onnur grundin er eisini ein, sum ongin annar prædikar: boðskapurin um Jesus Kristus, sum hevur alt vald í himli og á jørð. Men sum ikki vísti sítt vald við at týna allan óndskap og djevulin sjálvan, men hevur víst tað ígjøgnum líðing og deyða. Bara við sínum deyða kundi Jesus yvirvinna tann veruliga fíggindan – syndina! Sum Alexandr Solsjenitsyn hevur sagt: ”Linjan, sum skilir gott og ónt, gongur ikki gjøgnum tjóðir, lond klassar ella politiskar flokkar, men gongur gjøgnum hvørt einasta mannahjarta!”
Um Jesus skuldi yvirvunnið syndina við at nýtt sítt vald, so hevði tað eisini rakt meg og hevði tað verið úti við hvørjum einasta av okkum. Ístaðin læt Jesus sítt lív, so vit kunnu fáa lív við honum. Við Jesusi sóu vit hansara ríki koma nær. Hann fyrigav syndir, grøddi og gjørdi tey deyðu livandi. Har Jesus er, vinnur kærleikin á hatrinum, friðurin á stríðnum og gleðin á beiskleikanum.
Lat okkum slíta okkum leys frá Assisi og ístaðin taka á okkum Paulusar boðskap um at útrusta hvønn annan, so vit gerast fullbúgvin, til at gera tænastu – eisini orðsins – so Guðs kirkja verður uppbygt.
Jákup Petersen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024