Bloggur

Hvat við teimum smáu syndunum?

Evni:

Synd

Hví eiga vit uppiborið deyða og glatan í allar ævir fyri tí minstu syndina? Jákup lærdi: “Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum” (Ják. 2, 10). Men er hetta ikki eitt sindur ov ógvusligt?

Í bókini Follow Me lýsir David Platt álvarsemi í synd. Hann vil vera við, at revsingin fyri okkara synd er ikki avgjørd av í hvønn mun vit synda. “Ístaðin,” skrivar hann, “er revsingin fyri synd avgjørd av hvussu stórur tann er, sum vit synda ímóti." 

Um tú slært ein vin í andlitið, hvat hevði hann ella hon so gjørt? Tín vinur hevði helst verið ørkymlaður ella hevði kanska sligið teg aftur. Men tað hevði nokk enda við tí. Hvat nú um tú slerdi eitt løgreglufólk? Hvat hevði so hent? Tú hevði verið ákærdur fyri harðskap ella tveittur í geglið. Tað er sama gerð (at sláa), men við eini aðrari avleiðing.

Hvat nú um tú slerdi kongin í Saudi Arabia í andlitið? Hevði hann vent tær hin kjálkan? Eg ivist. Tú hevði helst muga biðið um náði!

Hugsa so á henda hátt um synd ímóti einum heilagum, ævigum og alvaldandi Gudi. Sjálvt ein ‘lítil’ synd ber við sær æviga revsing. Tí tað snýr seg ikki um hvussu lítil syndin er. Tað snýr seg um hvussu stórur og heilagur Gud er. Okkara fatan av synd er alt ov menniskjanslig.

Jákup Justinussen umsetti úr lesiætlanini ‘Uncensored: Daring to embrace the entire Bible’ eftir Brian Cosby

---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013




Leita eftir evni