Í útvarpsendingini ” Also, also” varð ein spurningur settur fyri vikum síðan frá einari mammu um tað høga ‘aktivitetsniveau’, sum nógvar ungar familjur eru sperdar av í dag. Børnini skulu luttaka í so nógvum aktivitetum gjøgnum vikuna; og tá so vikuskiftið kemur, liggja kappingar runt alt landið, so oftast mugu foreldur at fleiri børnum skilja seg sundur og koyra í hvør sína ætt. Hetta er ikki bara galdandi teir seks dagarnar í vikuni, men allar sjey – ella eri eg bara hysterisk? ljóðar spurningurin.
Ásannast má, at ferðin er nógv í samfelagnum. Tora vit sum foreldur at steðga á og vera ein verja hjá barninum við at læra tey bæði eitt tilval og eitt frával, ella eru vit bangin fyri, at hetta fær avleiðingar fyri barnið sosialt? Klára vit at sløkkja teir digitalu miðlarnar ein dag um vikuna fyri at hava ein hvíludag, ella missa vit tá ov nógv av øllum tíðindaflutninginum?
Strongd er vaksandi fyribrigdi bæði millum børn og vaksin. Vísindini leggja høvdini í blot fyri at koma við góðum ráðum at virka ímóti hesi strongd og taka millum annað venjingar úr eysturlondum, sum skulu fáa okkum at hyggja inn í okkum sjálv fyri at læra okkum at slappa av og finna friðin. Løgið, at vit sum eitt kristið land skulu hava alt hetta fyri neyðini, vit, sum hava fría atgongd til bønarlívið saman við Jesusi. Hann, sum vil geva okkum friðin, sum ber av øllum viti og vil varðveita hjørtu okkara og hugsanir okkara í Kristi Jesusi. Ikki er fyri neyðini at leita inn í eitt ófriðarligt hjarta við ymiskum teknikki og andadráttarvenjingum – tá vit í bønini kunnu samskifta við hann, sum sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”- Ein, sum vit kunnu leggja okkara byrðar yvir á, og sum vil bera tær saman við okkum. Men hava vit stundir til tað? Øll hesi nýggju rák kunnu vera gagnlig og spennandi – men taka eisini part av tíðini frá bønarlívinum, tí eina, sum er fyri neyðini.
Sum kirkja og missiónsrørsla hava vit skyldu til at møta okkara unga ættarliði, samskifta við tey, so tey kenna seg sædd, hoyrd og elskað. Gleðiligt er at síggja foreldur, sum raðfesta børnini frammarlaga í síni frítíð og vilja fylgja við teimum, har tey eru. Tí er eisini neyðugt at geva teimum góðar karmar og rúm í heilaga samfelagnum. Har børnini trívast og hava tað gott, har trívast foreldur eisini. Rammurnar mugu við tíðini tillagast, so unga familjan kennir seg heima, men boðskapurin er til allar tíðir hin sami.
At geva sær sjálvum loyvi til at steðga á og hvíla frá øllum krøvum saman við familjuni, er balsam fyri bæði likam og sál. Vit gleðast í hesum døgum um góðveður, sól og hita, um glaðan fuglasong og alt, sum sprettur og blómar í náttúruni. Kroppurin kennir trongd til at hvíla og njóta friðin eftir eina hektiska vetrarhálvu. Eisini er hetta ein góður møguleiki at endurskoða og samtala um onkrar tillagingar og val, sum kunnu gerast, til gagns fyri familjulívið.
Marjan Nielsen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024