Bloggur

Hvat er hjúnabandið?

»Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, og segði: »Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?« (Matt 19,4-6).

Fyri tveytúsund árum síðan grundaði Jesus sína próvførslu um hjúnabandið á eina einfalda eygleiðing viðvíkjandi skapanini: Menniskju eru skapað sum menn og kvinnur. Einum nýtist ikki at hava nakra ávísa átrúnaðarliga sannføring fyri at varnast tað, sum náttúran týðiliga hevur skipað: langtíðarsambandið millum ein mann og eina kvinnu er byrjanin til familjurnar, ið mynda samfelagið.

Tað finnast bert tveir mátar at svara spurninginum: “Hvat er hjúnabandið?” Antin hevur hjúnabandið eitt fast, natúrligt endamál, ella hevur tað ikki tað. Antin er hjúnabandið okkurt ávíst, ella er tað ikki okkurt ávíst og tess vegna alt tað, sum vit vilja, at tað skal vera.

Hjúnabandið er ikki nakað, sum menniskju hava uppfunnið. Harafturímóti er tað nakað, sum er rótfest í náttúruni. Tað er eitt fast serkenni í natúrligu skipanini.

Hjúnabandið er eitt natúrligt langtíðar parlag millum ein mann og eina kvinnu, sum fær verju, serrættindi og verður hátíðarhildið í okkara samfelagi vegna hin serstaka og avgerandi leiklutin, tað hevur: Sum bólkur, sum regla og av náttúru framleiðir hjúnabandið tað næsta ættarliðið.

Henda frágreiðingin hevur skipað fyri hvørjum samfelagsstrukturi líka síðan tíðarinnar morgun. Familjan byrjar við hjúnabandinum millum ein mann og eina konu, og samfelagið er grundað á familjur. Sum hugtak er samkynt hjúnalag ikki fyrikomið fyrr enn nú, tí at tað er jú ein sjálvsmótsøgn. Í roynd og veru kann eitt slíkt samband ikki vera eitt hjúnaband, sjálvt um tað verður kunngjørt fyri at vera tað, tí at náttúran fortelur okkum nakað annað. Veruleikin kann ikki broytast bert við at broyta okkara mál og lóg.

Hjúnabandið kemur áðrenn hjúnabandsloyvið (áðrenn samfelagið formliga góðtekur tað), og tað hevði eisini verið til uttan hjúnabandsloyvið. Hjúnabandið kemur sum lógligur stovnur omaná hin natúrliga stovnin, sum longu hevur verið har frá fyrstantíð. Stjórnin skapar ikki hjúnabandið, og tess vegna kann hon í síðsta enda heldur ikki geva hjúnabandinum eina nýggja lýsing. Stjórnin kann bert veita hjúnabandinum skaða, tá ið hon pilkar við gongdina hjá hjúnabandinum, ístaðin fyri at stuðla natúrliga endamálinum hjá hjúnabandinum.

Við samkyndum hjúnabandi roynir ein at geva eina nýggja lýsing av nøkrum, sum í síðsta enda ikki kann broytast: hin natúrliga gongdin. Síðani henda gongd er grundleggjandi fyri samfelagið, kann tað bert hava trupulleikar við sær, tá ið ein fer at pilka við hana. Alt tað, sum er ein vandi fyri familjuna, er eisini ein vandi fyri samfelagið.

Jonhard Jógvansson umsetti frá: Koukl, Gregory. 2012. Same-Sex Marriage Quick-Reference Guide. Stand to Reason.

---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni