Seinastu tíðina hava flest miðlar verið merktir av ræðuligu hendingini í Nice, sum kravdi nógv mannalív. Ein maður koyrdi ein lastbil inn í eina mannamúgvu av fríum vilja og drap soleiðis fleiri menniskju. Tankar fara beinleiðis til yvirgangsatsóknir, og prátið fer beinanvegin inn á ISIS, islam, hugsjónir o.s.fr.
Mær rennur í hug ein sending, sum eg sá í sjónvarpinum um ein ungan mann, føddur og uppvaksin í Danmark. Hann gjørdist muslimur og endaði sítt lív undir eini sjálvmorðsatsókn við tí fyri eyga at taka onnur við sær í deyðan. Serliga rámandi var at hoyra mammuna greiða frá, at hon, tá sonurin kom til hana við teim stóru spurningunum um lívið á fold og eftir deyða, ikki hevði nakað svar at geva. Hann søkti so svar aðrastaðni og konverteraði til islam.
Eg hugsi – hvat verður svarað føroysku børnunum ella teimum ungu, sum seta spurningar til lívið her á fold og um lív eftir deyða? Verður kristindómurin, ið er ein boðskapur um vón og gleði, boðaður soleiðis, ella verður hann tagdur burtur? Verður kristna lívið borið fram at vera dapurt, keðiligt og fylt av forboðum?
”Stillestand er tilbagegang,” verður sagt, og sjálvandi skulu Føroyar og vit, sum her búgva, mennast og víðka okkara sjónarring. Men tað kemst ikki uttanum, at eitthvørt land, og harvið eisini fólkið, má til eina og hvørja tíð hava eitt akker at byggja síni grundvirði á. Um eingi grundvirði eru, koma nøkur uttanífrá! Tað kann bara vera ein kós. Tú kanst ikki stýra í allar rætningar í senn – tað letur seg ikki gera.
Eg hugsi ikki, at vit í Føroyum geva hesum nóg nógv gætur. Kanska vit, sum eru kristin, eiga at taka hetta meira til okkum, so at vit í orði og ikki minst í verki tora og vilja vera við til at vísa, hvat tað merkir at byggja lív (og samfelag) á tey virði, sum vit finna í Bíbliuni. Sum kristin fáa vit ikki svar uppá alt, men vit fáa tó svar uppá, hvussu lívið skal livast meðan vit enn eru her. Vit fáa eisini svar uppá, hvat bíðar okkum, tá okkara lív er komið at enda her á fold. Sum kristin kunnu vit sostatt vera við til at svara øðrum, sum eru í líknadi støðu sum tann ungi maðurin var í.
Tað verður nógv tosað um, at Føroyar eru á eini glíðibreyt, tá tað kemur til virðir. Tað kann væl vera, at tað er so, men ístaðin fyri at standa á síðulinjuni eiga vit sum kristin kanska heldur at bretta upp um armar, fara til verka og taka ábyrgd? Kanska vit eiga at seta tíð av til at svara spurningum um lívið her á fold og um lív eftir deyða? Kanska vit eiga at vera meira sjónlig eisini í tí almenna rúminum uttan tó at virka fordømandi og niðurgerandi yvir fyri øðrum? Kanska kirkjur og samkomur í Føroyum áttu at staðið saman í enn størri mun, og víst á tey grundvirði, ið vit sum kristin tjóð framvegis eiga at byggja okkara samfelag á?
Um vit ikki byggja á kristnu virðini, ja so sigur tað seg sjálvt, at so verður bygt á nakað annað. Hetta kann verða so nógv; um ikki islam, so kanska humanisman er tann nýggja religiónin í Føroyum, ið ger alsamt meira um seg, og sum vil alsamt meira ávirka politiskar hugsjónir og harvið eisini samfelagið? Tora vit at taka eitt samskifti upp, um hvat humanisman er, og hvat hon hevur við sær? Tora vit at seta spurning við humanismuna? Er humanisman bara góð, ella er hon bara ring?
Er nakar munur á humanismu og kristindómi? Eg vildi sagt ja, tað er stórur munur. Men kanska nógvir føroyingar í dag halda, at humanisman er tað sama sum kristindómur?
Um vit bert kunnu hava eitt akker, og um kósin bert kann vera tann eina, so er týdningarmikið at hava fyri eyga, at tað er munur á, hvørt akkerið ella kósin er humanisman ella kristindómur. Tora vit at taka hetta evnið upp?
Elsa Østergaard
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024