Tíð man vera tað tilfeingið, sum okkum vantar mest. Ikki pengar, útgerð ella fólk við førleikum. Í øllum førum í okkara parti av heiminum, her vit eiga sera nógvar materiellar ognir, men eisini hava sera stóran skund. Og kortini passar tað als ikki, tí okkara døgn er akkurát líka langt, sum tað var fyri 2000 árum síðani. Miðalaldurin er enntá fleirfaldaður. Men tíð er kortini tað, sum vit hava torførast við at geva hvør øðrum. Og tí eisini størsta gáva, vit kunnu geva hvør øðrum.
Hevur tú tíð at vera ein næsti? Fyri tíni allarnæstu? Og fyri onnur medmenniskju? Í líknilsinum um miskunnsama sámáriubúgvan høvdu presturin og leviturin skund. Men kanska sámáriubúgvin hevði enn meira um oyruni, men hann steðgaði tó á. Og aftaná spurdi Jesus: “Hvør av hesum trimum er vorðin næsti hansara, sum fallin var í ránsmannahendur?” (Luk 10,25-37) Spurningurin er við øðrum orðum ikki, hvør næsti mín er, men hvørjum eg kann vera ein næsti fyri!
Vit kunnu samskifta við allan heimin, júst har vit eru. Við øll í senn, um vit vilja. Men vit hava sjáldan serliga tíð til nakran av teimum, sum vit samskifta við. Tøknin, sum skuldi gera gerandisdag okkara lættari, førir gott nokk tey, ið eru langt burtur, nógv nærri okkum, men ger samstundis tey, sum sita beint undir liðini á okkum, fjar. Og so kalla tey enntá ein sosialan miðil, sum ger, at vit ikki hava tíð at hyggja í eyguni á hvør øðrum, fyri FACEbook...
Men heilt ærligt: Hvussu ofta tosa vit ikki um, at hetta er ov galið, uttan at gera nakað nevnivert við tað? Tað ironiska er, at tað næstan er gerandiskostur á facebook, at fólk deila okkurt um, hvussu skaðiligt tað er at vera so nógv á sosialu miðlunum...
Relatiónir krevja tíð
Tá tú og eg tosa saman, og tú sigur mær okkurt, sum hevur týdning fyri teg, men mín telefon so ringir, og eg taki hana – hvat sigur tað tær? Sigur tað ikki tær, at tann, sum ringir, hevur størri týdning fyri meg, enn tú hevur? Tá tú stendur í hurðini hjá einum persóni, sum – kanska triðju ella fjórðu ferð – bjóðar tær inn á gólvið, men tú aftur hesaferð sigur "Nei, takk – eg vildi so fegin, men..." Man viðkomandi tá ikki hugsa, at tú neyvan hevur hug at vera saman við honum/henni?
Vinnuliga hava vit ongantíð áður fingið so nógv av skafti og vunnið so nógvan pening. Men prísurin er, at vit í stóran mun renna undan hvør øðrum. Eisini í andligum arbeiði framleiða vit eina rúgvu av tiltøkum. Og tað er sera gott! Men líka sum tiltøk krevja tíð – tíð til at skipa fyri og tíð til at luttaka – so krevja relatiónir eisini tíð. So einfalt at skilja, og tó so torført at gera.
Relatiónir eru sum plantur. Tær skulu hava tíð at næla, vaksa og blóma. Tað nyttar einki at hála í teir fyrstu spírarnar og vænta sær stórar vakrar blómur. Tú fært ikki páskaliljur í desember. Tú mást seta niður um veturin, so tær kunnu blóma um várið.
Luther er kendur fyri at hava sagt: "Eg havi so nógv at gera í dag, at eg má nýta teir fyrstu tríggjar tímarnar í bøn". Skulu vit siga nakað tað sama um menniskju? Eg havi so nógv at gera fyri tíðina, at eg má gera mær eyka ómak at geva mær stundir – til míni allarnærmastu og til míni medmenniskju annars?
Eg las um ein, sum setti sær fyri at strika orðið "at órógva". Tí hann hevði ikki ráð til at hava so nógv um oyruni og vera so “týdningarmikil”, at ein løta ikki var til eitt annað menniskja. Vit geva okkum tíð til deyð ting, so sum teldupostar, sms, sjónvarpssendingar, sum byrja klokkan okkurt – men hvat við relatiónum við fólk? Er tað í grundini ikki tað, sum lívið snýr seg um? Vit eru skapað sum sosialar verur, hóast vit kunnu vera meira ella minni sosialt anløgd. Harðasta revsingin, tú kanst døma ein brotsmann, er ikki fongsulsrevsing, men isolatión.
Jesus brúkti tíð uppá tann einstaka
Fresaði Jesus runt, frá bygd til bygd, og savnaði fjøldir av fólki í fartinum, so hann kundi geva teimum nakrar fáar minuttir av andligum skundverði, áðrenn hann leyp víðari til næstu bygd? Nei, vit síggja í evangeliunum, at hann hevði tíð til fólk, til tann einstaka. Í eini mannamúgvu nam ein kvinna við faldin á kappa hansara. Fólk trokaðust um hann, so óivað komu mong undir hann. Kortini skilti Jesus beinan vegin, at her var ein, ið vildi sær nakað átrokandi neyðugt. Hann steðgaði á og tók sær stundir til at verða "órógvaður". (Luk 8,43-48)
Bill Hybels, sum mong okkara kenna frá GLS-ráðstevnuni, skrivar í bók síni "Axiom" um viðurskifti, sum hava týdning í leiðslu. Grundreglur sum eru verdar at leggja sær í geyma. Ein av hesum grundreglum – axiomum – er "This is church". Tá hann hevur allarmest at gera við krevjandi uppgávum, og ein limur í kirkjuni bankar á dyrnar, tí hann/hon hevur nakað týdningarmikið á hjartað, skal hann leggja alt frá sær. Tí "this is church" – tað er hetta, allar hinar uppgávurnar í roynd og veru snúgva seg um.
Tað snýr seg sjálvandi ikki bara um at steðga á, tá onnur biðja um okkara hjálp. Tey flestu biðja ikki um okkara hjálp. Tey eru eisini næsti okkara. Og tað krevur eisini tíð av okkum at uppsøkja fólk. Familjulimir, sum vit ongantíð geva okkum stundir at vitja. Grannar. Tey, ið nýliga eru flutt í grannalagið. Onnur fólk í meinigheitini. Og so framvegis. Tað sita mong til jarðarferðir og angra, at tey ikki góvu sær betri stundir at vitja tann, sum nú er farin.
Fyri ikki at tala um tey, sum hava tað trupult ella serligar avbjóðingar fyri tíðina. Tey sum hava fingið sjúku at bera. Ella sorg. Ella tey, sum dragast við trupulleikar, kanska í hjúnalagnum ella parlagnum. Ella hava avbjóðingar við børnum. Ella fíggjarligar avbjóðingar. Hvat tað skal vera.
'Gloymið ikki gestablídni'
Tá vit hoyra um onnur, taka vit synd í teimum. Kanska gera vit okkum okkara meining um teirra trupulleikar og avbjóðingar. Høvdu vit tá heldur farið til teirra. Ikki ágangandi, men í kærleikans varsemi. Tey merkja ikki, um vit hugsa um tey og taka synd í teimum. Men óivað merkja tey tað, um vit taka okkum stundir til samveru ella samskifti við tey. Taka okkum tíð at vera ein næsti.
Gud hevur skapað okkum til samfelag við seg og við næsta okkara. Men hóast kristna trúgvin í øldir hevur havt sera stóra ávirkan í okkara parti av heiminum, er ein tann størsti – kanska tann størsti – samfelagstrupulleikin í Vesturheiminum einsemi. Her er nakað, sum ikki hongur saman! Tað kann gott vera, at politisk átøk og peningaligur stuðul kunnu bøta uppá tað. Men eitt, sum heilt sikkurt skal til, er, at menniskju leita hvør annan upp.
Vit eru eitt lítið samfelag. Vit eru errin av okkara mentan, har vit taka okkum av hvør øðrum. Og í nógvum umstøðum duga vit tað stak væl. Men okkara mentan broytist eisini. Eru vit til dømis í ferð við at lata heim okkara aftur? Kollveltingarnar í samferðsluni gera, at vit so gott sum ikki hava tørv á at gista hjá skyldfólki longur. Men gloyma vit gestablídnið? Bæði at geva okkum stundir at fara og steðga, og at geva okkum stundir at lata heim okkara upp? Hebrearabrævið 13,2: "Gloymið ikki gestablídni; tí at við tí hava summir sær óavvitandi hýst einglum."
Sálmur 90 í GT er ein bøn hjá Mósesi. Hann sigur í 12. versi: "At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!" Tað er vísdómur at vita – og innrætta seg eftir – at lív okkara er avmarkað, og at summi viðurskifti hava størri týdning enn onnur. Harri, lær okkum at telja okkara dagar, so vit gerast vís, og liva víst! Paulus sigur nakað tað sama og fær síðsta orðið: "Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir, so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir." (Ef 5,15-16)
Øssur Kjølbro
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.