Bloggur

Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman

Tey flestu eru nokk samd um, at gerandisdagurin kann verða ávirkaður av okkara gudsmynd, men hvat í allara víðu verð hevur heilafiltur við tað at gera? Jú, atburðarsálarfrøðin sigur, at vit kunnu hava stóra ávirkan á, um dagurin verður góður ella minni góður, og at tað millum annað hongur saman við heilanum. Heilin kann jú bara tilvitað viðgera ein part av veruleikanum. Í skrivandi løtu eru hópin av tingum kring meg her á skrivstovu míni, men heili mín sorterar meginpartin frá so eg kann miðsavna meg um tað týdningarmesta – og soleiðis ger heilin dagin langan. Tað merkir at av tí, at ein stórur partur av veruleikanum verður sílaður frá heila okkara, so uppliva vit øll eina sera subjektiva og ófullfíggjaða útgávu av veruleikanum. Soleiðis eru vit menniskju samansett, men um vit skilja, hvussu heilin virkar, kunnu vit ávirka, hvussu vit fata og uppliva gerandisdagin. Reglurnar eru tær, at heilin leggur tilvitað merki til tað, sum fyllir huga okkara, tað, vit eru upptikin av og sum hevur mest at siga fyri okkum.

Eitt stuttligt dømi er, tá ið ein keypir nýggjan bil, so leggur ein brádliga merki til, hvussu nógv onnur eisini hava sama slag av bili. Tað er ikki tí, at tað brádliga eru komnir nógv fleiri av hesum bilum á vegin, men tað kemst av at júst “mítt” bilmerki og modell fyllir meiri í huga mínum, og so leggur heili mín meiri tilvitað merki til júst tað bilmerkið og modellið.

Eitt annað dømi er, at um vit eru í ringum lag, so fer heilin í holt við at forma okkara uppfatan av øllum kring okkum á ein hátt, sum staðfestir at tilveran er tung og tvørlig. Men um vit hinvegin eru í góðum lag, so fært tú brádliga eyga á alt tað góða, gerandisdagurin inniheldur. Aftur her er heilasílan uppá spæl. Hetta kalla sálarfrøðingar eisini fyri sjálvuppfyllandi profeti ella úrveljandi ansur.

Um vit nú taka Gud við inn í líkingina, so er hetta eisini galdandi fyri, hvussu okkara Gudsmynd ávirkar, hvat vit leggja merki til við Gudi og hansara verki og í lívi okkara.

Um vit halda, at Gud er strangur og fegin revsar okkum, so tulka vit tað, sum møtir okkum í tí ljósi. Tá hava vit lyndi til at skilja mótgongd sum Guds revsing heldur enn Guds agi og uppaling. Síggja vit Gud sum ein dómara ella sum ein kærleiksfullan faðir, sum viðhvørt má aga okkum fyri okkara egna besta. Hebrearabrævið sigur: Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans... Haldið út og takið móti aga; Gud fer við tykkum sum við sonum (Hebr 12,5,7).

Um Gudsmynd okkara sær soleiðis út, so ávirkar tað, hvussu heili okkara sílar tað, vit uppliva, og harvið ávirkar tað, hvussu vit síggja gerandisdagin og skilja, hvussu Gud fer við okkum.

Um vit veruliga fevna tann veruleika, at tann almáttugi Gud, sum stýrir øllum alheiminum, kennir navn okkara og veit hvussu nógv hár, vit hava á høvdinum, og at hann elskar okkum sum børn síni, so verður alt, sum hendir okkum, sílað ígjøgnum hesi lyfti. Tað merkir ikki, at vit ikki fara at uppliva torførar dagar, men tað merkir hinvegin, at vit altíð skulu minnast, at hann sum heldur alheimsins taktsstavi og hevur tamarhald á øllum, hann stjórnar øllum í kærleika til okkara og til okkara besta.

Kanska hevur heili mín sílað okkurt týdningarmikið frá í dag...

Jóannis Fonsdal, sóknarprestur í Emdrup


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni