Bloggur

Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga

Vit stríðast í dag fyri, at samkynd ikki kunnu ganga inn í hjúnaband. Men samtíðis uppliva vit, at hjúnaskilnaður er ein sera stór avbjóðing innan okkara egnu kirkju og missión. Hetta fær meg at hugsa um okkara fokus. Skal eg nýta mína orku úti í samfelagnum at tryggja, at samfelagið heldur Guds lógir, ella skal eg nýta mína orku í kirkju og missión, har eg kann læra at halda alt tað, Jesu hevur boðið okkum, og liva samsvarandi mínum nýggja lívi? Sjálvandi er tað ikki antin ella! Men....

Vit síggja, at Jesus kom ikki at skapa frið í Jerusalem. Jesus kom heldur ikki til Ísraels, fyri at koyra romverjar frá maktini. Nei, Jesus kom til Jerusalem fyri at gera upp við djevul, synd og deyða. Men hetta skiltu hansara eftirfylgjarar einki av.

Tað vóru mong, sum gjørdust skuffað, tá Jesus gav upp sín anda á krossinum. Tey sóu sín Harra fara frá sær, og tað, tey høvdu vónað, hendi ikki. Heldur enn at vinna sær maktina og tveita romverjar út úr Ísrael, varð Jesus sligin, spottaður og dripin av somu. Men Jesu eftirfylgjarar sóu einki av tí, sum gekk fyri seg beint fyri eygunum á teimum. Jesus var farin í stríð um sálirnar allar, fyri at vinna teimum veruliga fríheit og frið í ævinleikans tíðarrokning.

Tað tykist mær, at vit uppliva nakað av tí sama í dag. Vit stríðast ein kamp úti í samfelagnum, sum sær ómøguligur út, samtíðis sum vit uppliva, at hjún og familjur í okkara egna missiónshúsi eru í upploysn. Fólk rýma úr einari meinigheit til eina aðra ella beinleiðis gevast at koma undir Guds orð. Hvat er okkara visión? Hvat er Guds visión?

Sum leiðarar í Guds kirkju liggur ein stór ábyrgd á hvørjum einstøkum. Men tað er fyrst og fremst okkara ábyrgd sjálv at fylgja Harranum og umboða Guds ríki. Jesus var ikki upptikin av at reformera tað politiska landslagið. Jesus var upptikin av at umboða nýggja ríkið - Guds ríki. Heldur enn at koppa rómverjum og teirra landsstýri í Ísrael, so gekk Jesus ótróyttiliga sína leið fyri at upprætta okkum borgarskap í nýggja ríki sínum. Jesus vildi vekja hjørtuni á tí einstaka og fáa eftirfylgjarar.

Hvussu er okkara eftirfylgjan. Eru vit fyrimyndir í samfelagnum? Er okkara umdømi soleiðis, at fólk siga, at hatta er ein rættvísur persónur og ein, sum minnir um Jesus? Hetta er ein sera stór ábyrgd, sum liggur á okkum, og tó! Vit kunnu leita okkum til Jesus og leggja alla okkara byrðu á hann og fáa hvílu. Tað er ikki okkara stríð, men vit fylgja Jesusi eftir í øllum viðurskiftum. Men gera vit tað?

Heri Kjærbo

-

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni