Yvirskriftin er ein provokatión, og tó ikki bara... Fríi vitnisburðurin verður her meint við ta løtuna á flestu sunnukvøldsmøtum í missións- og meinigheitshúsum kring landið, har ein og hvør hevur møguleika at bera fram sín persónliga vitnisburð. Tað er at greiða nærri frá síni umvending, síni trúgv, ella egnum royndum saman við Jesusi.
Tað er einki nýtt, at møtistílurin javnan er kjakevni millum heimamissiónsfólk, serliga millum yngri møtigangarar, og seinastu árini hevur tað ofta snúð seg um fría vitnisburðin. Fleiri av hesum halda, at fríi vitnisburðurin fyllir ov nógv á okkara tiltøkum. Nøkur siga, at “tað er jú næstan bara tey somu, sum nýta hetta høvið, og siga næstan tað sama hvørja ferð”. Tí nýtist fríi vitnisburðurin ikki at vera so sjálvskrivaður á hvørjum møti, men heldur verða nýttur í tann mun, sum møtileiðslan heldur tað vera viðkomandi til júst hetta møtið. Lagt kann verða afturat, at serliga galið verður tað, tá fríi vitnisburðurin verður nýttur sum andligt termometur, soleiðis at skilja, at bert tey, sum bera fram ein munnligan vitnisburðin á sunnukvøldsmøtinum, eru nóg andalig. Sum um øll hava fingið somu andligu náðigávu.
Onnur vísa hinvegin á, at fríi vitnisburðurin er partur av okkara rótum og hevur fylgt missiónsarbeiðnum síðani tær fyrstu vekingarnar. Heimamissiónin er jú ein leikfólkarørsla, har tað ikki bara eru tey væl lærdu og/ella væl fyrireikaðu, ið boða gleðiboðskapin. Fríi vitnisburðurin er við til at venja vanliga missiónsmannin og -kvinnuna at seta orð á sína trúgv fyri øðrum. Víst verður eisini til Danmark til dømis, har fríi vitisburðurin er sleptur nógvastaðni og nógv er mist við tí. Eisini verður víst til tann stóra týdningin, sum fríi vitnisburðurin hevur havt í vekingartíðum. Mong eru komin til trúgv á Jesus gjøgnum ein vitnisburð frá einum, sum júst tann dagin valdi at fara á føtur og vitna um sína trúgv – kanska bæði trilvandi og bivandi.
Ein kann so svara aftur, at systirrørslur í grannalondunum hava slept fría vitnisburðinum uttan harvið at missa sínar grundleggjandi røtur og uttan at røkka færri nútíðarmenniskjum.
Er tann fríi vitnisburðurin á møtum okkara ein óloysandi partur av tí at vera heimamissión? Er hann enn besti háttur at røkka medmenniskjum við boðskapinum? Ella er fríi vitnisburðurin hinvegin “bert” ein av fleiri møguligum hættum at boða gleðiboðskapin, har valt kann verða millum ymiskar hættir til ymisk tiltøk?
Yvirskipað kunnu vit ásanna, at møtistílurin er sera lítið broyttur seinastu hálvu øldina, samstundis sum restin av samfelagslívinum er kollvelt í somu tíð. Mátin vit samskifta við hvør annan, miðlar, skúlafrálæra, tónleikur, samveruformur, málnýtsla og so framvegis. Nógv tiltøk í dag eru ein long væl fyrireikað og fast stýrd framløga frá enda til annan. Meðan nógv undirvísing í dag verður fylgd upp av bólkaarbeiði ella dialogi – orðaskifti. Eiga hesir hættir og aðrir við at síggjast aftur í missiónsarbeiðnum í dag? Tað er jú ikki tað sama sum at tillaga sjálvan boðskapin.
Hinvegin skulu vit eisini hava í huga, at vit ikki skulu missa meira fyri minni; tað gera vit, tá vit ikki hugsa okkum nóg væl um, men gera stórar broytingar í óðum verkum. Um tað eru eisini nøkur harmilig dømi.
Í samrøðu við Trúboðan (nr. 21, 6/11-2015) segði Johnn Hardang úr Noregi millum annað, at kristindómurin stendur fyri stórum avbjóðingum, tí sterka avkristnanin við tíðini førir til nýggj ættarlið, sum eru fremmand fyri kristnu trúnni, og tað eru vit noydd at taka atlit til. “Vit kunnu ikki vænta ella rokna við, at skúlar og heim veita ta kristindómsfatan, sum var grundarlagið undir vekingunum fyrr. Vit mugu hugsa øðrvísi”, er Johnn millum annað endurgivin fyri at siga. “Heldur ikki lokalt røkkur meinigheitin so breitt og langt út, sum hon gjørdi fyri einum ella tveimum ættarliðum síðan.” Johnn viðgjørdi ikki fría vitnisburðin sum so, men eftir mínum tykki raka orð hansara eisini okkara máta at hava møtir (møtistíl og –form).
Undanfarin ættarlið vóru kallað at náa sína samtíð. Vit, sum liva í dag, eru kallað at náa okkara ættarlið; tað er nútíðarmenniskjað anno 2015. Sum - fyri at gera tað enn meira fløkt - hoyrir til ymiskar aldursbólkar.
Soleiðis eru meiningarnar ymiskar í somu rørslu, og vit eiga at rúma báðum. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur meira enn 100 ár á baki og er av nátúrligum ávum ein siðbundin rørsla. Rørslan er eisini breið, tí mong ymisk menniskju hava ymiskar meiningar um mangt og hvat, sum hevur við stíl og form at gera. Og tað eigur alt samalt at vera merkt av kærleika, virðing, toli og umsorgan fyri hvør øðrum – ikki minst teimum, sum hugsa øðrvísi enn eg geri sjálv/ur. Gævi at vit kunnu skifta orð um slíkar spurningar í hesum sama anda!
Øssur Kjølbro
---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.