Bloggur

Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?

Í einum av mínum fyrstu bloggum, “Hvat er kristiligt ungdómsarbeiði?”, spurdi eg, hvat vit royna at uppnáa við okkara ungdómsarbeiði. Hvat er okkara mál sum ungdómspastorar ella kristnir ungdómsleiðarar, um vit so eru løntir ella arbeiða sjálvboðið? Eg skeyt upp fýra innlit, ið hava hjálpt mær við at seta mína kós í ungdómsarbeiði (kunnu lesast á heimasíðuni nevnd niðanfyri). Eg eri fullkomiliga sannførdur um, at høvuðsmálið hjá einum kristnum ungdómsarbeiði er at upplæra lærusveinar.

“Og hann (Kristus) boða vit, við tað at vit áminna hvønn mann og læra hvønn mann við øllum vísdómi, fyri at vit kunnu leiða hvønn mann fram fullkomnan í Kristi; og við hetta strevist eg eisini, við tað at eg stríðist samsvarandi hansara mátti, sum virkar í mær við kraft.” (Kol 1, 28-29)

Men tó, tað er so lætt at fella í “tal/mongd” felluna. At ynskja at mín ungdómsbólkur var størri. At skraddaraseyma tiltøk fyri at lokka fleiri ung. At droyma um hvussu tað hevði verið at havt ein “mega” bólk og tann status ímillum kirkjur og fólk, ið kemur við tí. Hugsa vit ikki øll so av og á? Eg veit, at eg havi. Eg brúki orðið “fella” við vilja, tí at fylgja tølum/mongd kann so lættliga forstýra okkara fokus frá høvuðsendamálinum í at upplæra lærusveinar.

At menna ung fólk til at blíva lærusveinar er sera tíðarkrevjandi og er ein stór íløga. Tað tekur tíð at menna ung til at kunna “leiða tey fram fyri Guðs ásjón sum búnir persónar í samfelagi við Jesus Kristus.” Eg sigi ikki, at tað ikki er rúm fyri stuttleika og svøkum spølum. Ung eru ikki bert “sálir við beinum”. Tey hava eisini fysiskar, sosialar, kensluligar og andaligar tørvir – júst sum tú og eg – men vit mugu verða super-fokuseraði uppá okkara mál.

Hvat hugsa vit um, tá vit hugsa um lærusveinaskap? Eina skrá? Eitt pensum at koma ígjøgnum? Eitt konfirmatiónsskeið? At finna eina tilgongd, sum hjálpir til andligan vøkstur hjá tínum ungdómi, er týdningarmikið, men eg vil skjóta upp, at vit eisini hugsa um, hvat kemur burturúr. Hvat ynskja vit at síggja? Um okkara mál er, at tey verða andliga búgvin, hvussu máta vit tað so? Hvussu sær ein andliga búgvin persónur út?

Jú, at verða búgvin er meira enn bert at gera tey røttu tingini. At verða búgvin hevur at gera við okkara karakter og mátan, sum Jesus ávirkar og ræður í okkara lívi. Sjálvandi, vit kunnu ongantíð blíva fullkomiliga búgvin – hesumegin himmalin. Eingin kann siga, at hann hevur alt og er perfektur. Paulus tekur samanum á sína ferð ímóti at verða fullbúgvin, tá hann tosar um at renna skeiðið og stríðast fyri at vinna sigurskransin. Vit hava øll tørv á at renna skeiðið, og tað hava okkara ungu eisini.

Ross Farley, ið er ein australskur ungdómsarbeiðari, nevnir fimm kvalitetir hjá einum “andliga búnum” persóni, í bók síni “Strategy for Youth Leaders” (Scripture Union 1991). Hesir hava fyri mær verið ein góð vegleiðing til at skilja og máta andliga búning í teimum ungu, sum eg havi arbeitt við ígjøgnum árini.

1. At skilja gleðiboðskapin. Hetta er byrjanin av andligari búning. At kenna, skilja og góðtaka tað, sum Jesus hevur gjørt fyri meg við sínum lívi, deyða og uppreisn.

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” (Jóh 3,16-17)

2. Commitment. Ein fatan og eitt brennandi ynski eftir at síggja Jesus sum harra í mínum lívi. Eitt commitment til at liva eitt heilagt lív við Jesusi í kontrol.

“Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum, í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð.” (Kol 2,6-7)

3. Andans frukt. At tráa eftir og at uppliva hesar “Kristuseginleikar” í mínum lívi.

“Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald. Móti slíkum er lógin ikki.” (Gal 5,22-23)

4. Tænaralyndi. Ein tráan eftir at tæna øðrum í mínum ungdómsarbeiði, kirkju/meinigheit og í tí størra samfelagnum. Ein tráan eftir at gera góðar gerðir í Jesu navni.

“... (at tit) einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan, og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava.” (Fil 2,3-4)

“Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.” (Ef 2,10)

5. Andaktslív. Samskifti er sera týdningarmikið fyri vøkstur í einum sunnum forholdi. Um eg gevist at tosa við mína familju, so fær tað týðiligar fylgjur. Soleiðis er tað eisini í okkara forholdi við Gud ígjøgnum Jesus. Samskifti er alneyðugt.

“Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð...” (Kol 4,2)

Eg hevði heldur ynskt at sæð nøkur ung menniskju, sum vísa hesar kvalitetir, sum vilja geva seg til ein missiónsmerktan lívsstíl fyri lívið, sum hava veruliga ávirkan og hava leiðsluskap í sínum kirkjum og millum tey, sum ganga har, heldur enn ein “mega” bólk av ungum, sum ganga í kirkjuna/samkomuna í eina tíð og síðani blíva vekk. Men tað er bara eg. Hvussu vilt tú brúka tína tíð í ungdómsarbeiði?

Grahame Knox 2008 – www.insight.typepad.co.uk - Jákup Justinussen týddi.


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni