Hevur tú nakrantíð ferðast í fremmandum landi?
Um ja, so eru tað sikkurt fleiri ting, tú minnist frá túrinum. Tað var kanska onkur serliga áhugaverdur túrur, tú gekst, onkur matur, tú fekst, málið, tú ikki skilti, ella tað, at tú nú mátti tosa eitt annað mál. Á ferðini vart tú ikki í iva um, at her mátti tú fáa so nógv við sum gjørligt av upplivingum, áðrenn tú fór heimaftur, nú kanska upplivdi tú nakað, ið var bæði spennandi og avbjóðandi um somu tíð.
Vit lesa í Nýggja Testamenti um Jesus, sum ferðaðist runt til ymiskar bygdir, prædikaði og hjálpti menniskjum. Hann var sendur av Gudi til at bjarga mannaættini, og tað var hetta, ið hann vildi greiða teimum frá. Í frásøgunum hoyra vit eisini, at tað er ymiskt, hvussu hann verður móttikin. Onkur gerst glaður at hitta hann, onnur vilja ikki vita av honum, men mong eru tey, ið koma til hansara og verða grødd. Tey fáa eitt nýtt lív og eina nýggja framtíð.
Tað er áhugavert at lesa, hvussu Jesus møtti menniskjum. Vit hoyra um lærusveinarnar, ið vóru við honum á ferð, at teir mangar vóru ótolnir og hildu, at mannamúgvurnar órógvaðu. Teir vóru saman við Jesusi, og tó so høvdu teir mangan fokus á heilt onnur ting enn tey, ið Jesus metti hava størsta týdning. Jesus sá tann einstaka í mongdini, ímeðan lærusveinarnir ofta sóu mongdina og ikki tann einstaka.
Tær liggja á gøtuni við sínum børnum, bilarnir koyra skjótt framvið, og tær náa næstan ikki at hála sovandi børn teirra vekk frá bilunum. Okkurt barn grætur av svongd, okkurt barn svevur, men felags fyri tey øll er, at tey hava ongan, ið hevur umsorgan fyri teimum. Eg steðgi, kenni hvussu gráturin hevur hug at troka seg fram, trúgvi ikki mínum egnu oyrum, tá ein mamma spyr, um eg vil keypa barn hennara, Eg eri sjálv mamma, og eg veit, at mammur ynskja ikki at selja síni børn.
Eg dugi ikki at tosa teirra mál, eg eigi einki at geva teimum hesa løtuna, og eg kenni meg púra hjálparsleysa. Eg smílist til tær, men hvat mettar eitt smíl? Eigi eg veruliga einki at geva? Eg hugsi um pengar, men eg havi ongar beint har, eg hugsi um mat, men eg havi einki at keypa fyri har, so eg gevið teimum tað vatnið eg eigi í eini fløsku, eg havi í taskuni.
Eg gangi víðari, og allastaðir síggi eg tey, hesi svongu og einsamøllu børnini á gøtunum. Tey koma rennandi og biðja um pening, mat, ja, bara okkurt, ið kann leska tey ígjøgnum dagin. Í høvdinum á mær rungar tað, eg havi lært í fyrireikingini til ferðina, at eg skal ikki geva, tá fólk biða meg um nakað.
Sum eg standi frammanfyri hesum neyðstøddu børnunum komi eg at hugsa um, hvat Jesus mundi havt sagt, og hvat hann mundi havt gjørt, um hann møtti øllum hesum neyðars svongu og gloymdu børnunum. Eg græt, hevði hann grátið?
Sum eg ferðist runt í hesum stórbýnum, síggi eg skuggasíðuna av fátækdøminum. Tað líkist so nógv ymiskum, eg havi sæð í øðrum londum, har eg havi arbeitt.
Eg hugsi um, um Gud man hava gloymt hendan stórbý, man hann hava vent tað deyva oyrað til? Hvar er Gud í dag, svevur hann? Sær hann ikki neyðina, øll hesi menniskju eru í, og hví ger hann einki?
Eg var óð við Gud, kendi eitt slíkt hjálparsloysi og segði, at nú mátti hann vakna og síggja veruleikan og gera okkurt. Tá eg um kvøldið leggi meg at sova, er tað sum at tað gongur upp fyri mær, at Gud var beint har. Han var í neyðini, hann var í løtuni, hann var í stórbýnum beint ímillum menniskjuni. Hann var ikki sovnaður, tí hvønn hevði hann sent til hesi neyðstøddu ?
Í Matteus 28. 19-20 sigur Jesus:
"Farið tí og geri øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navn faðirsins og sonarins og hins heilaga anda og við tað at tit læra tey at halda alt tað ið eg havi boðið tykkum. Og sí eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda."
Jesus er við, tá vit fara. Hann er við okkum á ferðini, í hjálparloysinum og í tí fremmanda. Ja, í øllum viðurskiftum til allar tíðir.
Jesus kennir øll fólkasløg á jørð, hann hevur umsorgan fyri tí einstaka menniskjanum, og tí er tað, at hann í dag kallar á okkum og sigur, at vit skulu fara.
Fara út í egnum landi at tæna menniskum, har vit eru og har vit liva. Vísa menniskjum kærleika Jesusar í orði og verki.
Fara út í fremmand lond at tæna teimum menniskjum, ið ongan góðan eiga, og sum liva uttan vón og uttan kunnleikan um Gud, tí Jesus er við okkum allar dagar alt til veraldar enda.
Farið tí!
Elisabeth Poulsen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.