Bloggur

Evangeliið er betri enn grindaboð

Jesus er ljós heimsins. Men hann sigur eisini í Matteus 5,14-16: ”Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.” Hetta kann tykjast sum øvugt av hinum fyrra. Bert Jesus er ljós heimsins í so máta; hann gav seg sjálvan sum bót fyri okkara syndir. Ongin annar er frelsari uttan hann. Bara hann kann geva okkum tað æviga lívið. Í Rómverjabrævinum 8,29 lesa vit: ”Tí at tey, sum hann kendi frammanundan, tey skilaði hann eisini til frammanundan til at líkjast mynd sonar síns, fyri at hann kundi vera hin fyrstiføddi millum mangar brøður.” Vit, sum eru frelst, skulu líkjast Jesusi. Hansara lív var eitt dømi fyri okkum.

Hann varð háðaður, spottaður, tornakrýndur og krossfestur fyri okkara skyld. Hann hugsaði um onnur. Hann livdi fyri onnur. Hann tænti øðrum.

Vit eru eisini kallað til at tæna. Vit eru kallað til at bera boðskapin víðari til onnur. Hvør hevur so kall til at boða og tæna?

Tá eg fái hendan spurningin, svari eg ofta: Hvussu góðan boðskap hava vit at boða? Um tit sóu eina grind, høvdu tit so boðað frá? Ja, tí hetta er ein góður boðskapur, sum øll mugu hoyra, so fólk kunnu koma í grind.

Evangeliið er ein betri boðskapur enn grindaboð. Úrslitið er ikki bert nakrir góðir døgurðar, sum vera uppi einaferð allíkavæl. Boðskapurin er ein ævig veitslumáltið í paradís. Boðskapurin er so góður, at vit mugu boða og tæna evangeliinum.

I Matteus 9,37-38 sigur Jesus: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.« Bønin ber missiónina fram. Veking byrjar við bøn. Upp gjøgnum kirkjusøguna eru nógv dømi um, at fá fólk hava fingið neyð fyri teimum ófrelstu og eru byrjað at biðja um veking. Ofta hava fólk biðið í nógv ár uttan at síggja úrslit. Men í staðin fyri at missa mótið, hava menn tikið Jesus uppá orðið, um at biðja til hann um, at hann má senda arbeiðsfólk út at heysta. Tað er bøn eftir Guds faðirhjarta. Hann vil ikki, at nakar skal glatast. Missión er Guds missión. Men bøn um, at Jesus vil senda arbeiðsfólk út, er vandamikil bøn. Tí kanska hann vil senda teg út. Kanska hann hevur aðrar ætlanir við tínum lívi, enn tú sjálvur hevur? Hetta mást tú vera opin fyri, um tú vilt, at menniskju skulu blíva frelst. Ja, kanska vil hann ikki bert senda teg at vitna í bindiklubbanum ella fyri teimum, tú sparkar saman við. Kanska vil hann senda teg út til onnur lond?

Tú hugsar kanska, at tú ert ov gamal ella ov ungur, ov tjúkkur ella ov klænur, til at vitna. Sátan hatar eitt meir enn nakað annað. Og hetta er stuldur. Jesus sigur í Matteus 12,29 í sambandi við, at hann rekur út ein illan anda: "Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara." Sátan hatar, tá menniskju koma til trúgv, tí tá skifta tey harra. Jesus verður tá teirra Harri og frelsari. Hetta hatar Sátan, og hann ger, hvat hann kann fyri at menniskju ikki skulu blíva frelst. Tað er so skjótt at finna 100.000 grundir til, hví eg ikki skal vitna, biðja um veking, stuðla missiónsarbeiðnum ella fara út í fremmand lond at boða gleðiboðskapin. Tað er nógv tryggari at vera heima og bara vera sunnudagskristin. Men hetta er ikki tað, Jesus hevur kallað okkum til. Hann vil, at vit skulu vitna um hann.

 Rómverjabrævið 10,13-15 eru sera álvarsom vers fyri meg: Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: »Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!«

At ákalla Gud er at prísa honum. Og tað er tað, sum Gud ynskir mest av øllum. At vit skulu æra Gud sum Gud. At okkara lív handlar um at æra hann. Vit eru skapað til at æra Gud. Men fólk kunnu ikki æra Gud, um tey ikki hava hoyrt um hann. Tey kunnu ikki trúgva uttan at hava hoyrt. Og tí mugu fólk vitna. Tí mugu fólk prædika.

Men hví er hetta anfektandi fyri meg? Jú, tí mínar gerðir kunnu merkja munin millum æviga glatan og æviga frelsu fyri fólk. Um vit ikki eru kallinum lýðin, at bera evangeliið til okkara nábúgva, starvsfelaga, vin, landsmenn – ja, líka til heimsins enda – so merkir tað, at fólk ikki vera við í paradís!

Men hvussu kunnu vit so vitna?

Jesus sigur, at hann er víntræið, og vit eru greinarnar í Jóhannes 15,5. Um vit verða verandi í Jesusi, so bera vit ávøkst. Hevur tú hugsað um hetta? Um vit liva í trúnni á Jesus, trúgva, at hann er deyður fyri okkara syndir, risin upp frá teimum deyðu og skjótt kemur aftur at døma livandi og deyð, um vit trúgva hesum, so bera vit ávøkst. Treytin fyri ávøksti er ikki, hvussu væl vit klára at liva kristinlívið. Nei, trúgva vit, so bera vit ávøkst. Hetta er evangelium og ikki eitt lógarkrav! Óansæð hvussu væl tú følir, at tað gongur við at vitna, so ert tú eitt vitni og ljós og salt í heiminum. Tá vit liva í trúgv, so eru vit vitni fyri heiminum.

Silas O.

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni