Ert tú troytt/ur av at tæna? Er tænastan fyri Jesus tað, sum gevur tær týdning og virði sum Guds barn? Um so er, so ert tú á veg burturfrá Jesusi. Tú ert í gongd við at tæna teg burtur frá Jesusi.
”Um eg ikki vaski tær, hevur tú ikki lut saman við mær”, segði Jesus við Pætur, tá hann skuldi vísa honum fyrimyndina av sínari tænastu í fótatváttinum.
Í fremstu røð kemur Jesu tænasta fyri okkum. At Jesus gav sítt lív fyri teg. Ikki at tú gevur títt lív fyri hann. Jesu tænasta má ganga frammanfyri tíni tænastu. Annars verður tænastan skeiv.
Men kann tað ikki gera tað sama, so longi eg bara geri okkurt gott? Á tí eini síðuni, jú. Tí næstin tørvar tínar gerningar. Men andaliga kann hetta leiða burtur frá Jesusi. Ein leið, sum leiðir til beiskleika og endar í eginkærleika fram um næstakærleika.
Tú hevur kanska upplivað tað ella sæð tað hjá fleiri, sum byrjaðu ágrýtin í ymiskari tænastu í samkomum. Kanska ert tú ein av teimum? Tað var ikki tað ting, tey ikki ynsktu at gera fyri Jesus. Men við tíðini varð kærleikin umskiftur við beiskleika. Og so sást hvørki tænandi kærleiki til Gud ella til menniskju. Einans eginkærleiki og snúgvan um seg sjálvan.
Ein sjúka er í missiónini, verði tað seg í Heimamissiónini sum rørslu ella allari kristnari tænastu. Sjúkan hevur tó ikki sín uppruna í tí ytra. Hon rennur upp í tí innara menniskjanum, sum grundleggjandi ynskir at gjalda fyri seg. Liva ikki øll menniskju á einum grundarlagi, sum eitur: eg skal rættvísgera mína tilveru? Hví eri eg her? Hvønn mun geri eg? Hvat er tað, sum skal liggja eftir, tá eg fari hiðani? Hvat skal eg verða mint/ur fyri?
Henda skipan drívur øll menniskju, og í møtinum við Gud vísir hon seg, við at vit ofra okkum og við tíðini gloyma Jesu tænandi offur fyri okkum. At Jesu offur fyrimína synd er tann tænastan, sum setur meg í frælsi at tæna Gudi og menniskjum. Um ikki Jesus fær tænt okkum, verður okkara tænasta skeiv, og við tíðini verður Guds missión sum ein spennitroyggja.
Í møtinum við Gud, so sum hann vísir seg í Bíbliubókunum, verða vit víst á eina nýggja og betri skipan. Guds ríki er eitt upp og niður ríki, sum inniber, at virðini venda á høvdinum. Yvirfyri Gudi kann einans fullkomin tænasta standa mát. Um tú tí tænir fyri at fáa Guds kærleika kanst tú slíta bæði hendur og knø, men tað bjargar tær ikki. Ístaðin má Jesu fullkomna tænasta ganga frammanfyri okkara tænastu. Síðani má hon renna ígjøgnum okkum, so Jesus fær fríað okkum til sanna gudstænastu, har vit eru sett í gerandisdegnum.
Um tú kennir teg aftur í spennitroyggju-tankanum, so steðga á og set teg niður við Jesu føtur. Lat hann fortelja tær um sína tænastu í títt stað, so gleðin aftur kann gjøgnumsúrga tína tænastu fyri Gud og næstan.
Um tú ert í leiðslu, serliga fyri ungdómi, so vís teimum á henda veruleika, at Jesu sjálvofrandi kærleiki er grundarlagið undir sannari kristnari tænastu. Varða tey frá at hata Jesus vegna skeiva raðfylgju í tænastuni.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024