Bloggur

Er missiónin ein spennitroyggja?

Ert tú troytt/ur av at tæna? Er tænastan fyri Jesus tað, sum gevur tær týdning og virði sum Guds barn? Um so er, so ert tú á veg burturfrá Jesusi. Tú ert í gongd við at tæna teg burtur frá Jesusi.

Um eg ikki vaski tær, hevur tú ikki lut saman við mær”, segði Jesus við Pætur, tá hann skuldi vísa honum fyrimyndina av sínari tænastu í fótatváttinum. 

Í fremstu røð kemur Jesu tænasta fyri okkum. At Jesus gav sítt lív fyri teg. Ikki at tú gevur títt lív fyri hann. Jesu tænasta má ganga frammanfyri tíni tænastu. Annars verður tænastan skeiv.

Men kann tað ikki gera tað sama, so longi eg bara geri okkurt gott? Á tí eini síðuni, jú. Tí næstin tørvar tínar gerningar. Men andaliga kann hetta leiða burtur frá Jesusi. Ein leið, sum leiðir til beiskleika og endar í eginkærleika fram um næstakærleika.

Tú hevur kanska upplivað tað ella sæð tað hjá fleiri, sum byrjaðu ágrýtin í ymiskari tænastu í samkomum. Kanska ert tú ein av teimum? Tað var ikki tað ting, tey ikki ynsktu at gera fyri Jesus. Men við tíðini varð kærleikin umskiftur við beiskleika. Og so sást hvørki tænandi kærleiki til Gud ella til menniskju. Einans eginkærleiki og snúgvan um seg sjálvan. 

Ein sjúka er í missiónini, verði tað seg í Heimamissiónini sum rørslu ella allari kristnari tænastu. Sjúkan hevur tó ikki sín uppruna í tí ytra. Hon rennur upp í tí innara menniskjanum, sum grundleggjandi ynskir at gjalda fyri seg. Liva ikki øll menniskju á einum grundarlagi, sum eitur: eg skal rættvísgera mína tilveru? Hví eri eg her? Hvønn mun geri eg? Hvat er tað, sum skal liggja eftir, tá eg fari hiðani? Hvat skal eg verða mint/ur fyri?

Henda skipan drívur øll menniskju, og í møtinum við Gud vísir hon seg, við at vit ofra okkum og við tíðini gloyma Jesu tænandi offur fyri okkum. At Jesu offur fyrimína synd er tann tænastan, sum setur meg í frælsi at tæna Gudi og menniskjum. Um ikki Jesus fær tænt okkum, verður okkara tænasta skeiv, og við tíðini verður Guds missión sum ein spennitroyggja.

Í møtinum við Gud, so sum hann vísir seg í Bíbliubókunum, verða vit víst á eina nýggja og betri skipan. Guds ríki er eitt upp og niður ríki, sum inniber, at virðini venda á høvdinum. Yvirfyri Gudi kann einans fullkomin tænasta standa mát. Um tú tí tænir fyri at fáa Guds kærleika kanst tú slíta bæði hendur og knø, men tað bjargar tær ikki. Ístaðin má Jesu fullkomna tænasta ganga frammanfyri okkara tænastu. Síðani má hon renna ígjøgnum okkum, so Jesus fær fríað okkum til sanna gudstænastu, har vit eru sett í gerandisdegnum.

Um tú kennir teg aftur í spennitroyggju-tankanum, so steðga á og set teg niður við Jesu føtur. Lat hann fortelja tær um sína tænastu í títt stað, so gleðin aftur kann gjøgnumsúrga tína tænastu fyri Gud og næstan.

Um tú ert í leiðslu, serliga fyri ungdómi, so vís teimum á henda veruleika, at Jesu sjálvofrandi kærleiki er grundarlagið undir sannari kristnari tænastu. Varða tey frá at hata Jesus vegna skeiva raðfylgju í tænastuni. 

2015
2014
2013
Leita eftir evni