Bloggur

Ein millión gevur tankar

Stór tíðindi á øllum miðlum, um at ein einstakur gevari hevði givið eina millión til Leguhúsið í Nesvík, ja, sjálvt í tíðindinum í Kringvarpinum, millum fiskidagar og húsaprísir, fekk henda gávan og gávur annars til Leguhúsið góða rúmd. Mundi gevarin ætla hetta uppmerksemi?

Tað er ógvuliga gleðiligt, at ein einstakur gevari hevur givið eina millión til útbyggingina av Leguhúsinum. Hetta er eitt týdningarmikið stig á leiðini til at fullføra útbyggingarætlanina – eingin ivi um tað - og hjartans tøkk til tann, sum givið hevur.

Hesi tíðindi fingu meg at hugsa um hetta at geva. Tað var tann tíð, tá eg javnan bæði skrivaði og talaði um at geva. Royndi eftir førimuni at undirvísa okkum missiónsfólki um, at tað er ein natúrligur táttur í kristinlívinum at geva. Ikki at geva bert sum ein viðfáning, men at geva skipa og at geva eftir tí bíbilska princippinum, at ein og hvør gevi eftir førimuni og av glaðum hjarta. Gud elskar glaðan gevara, og einkjan legði alt, hon átti, í bússuna í templinum. Tað var ikki ein millión, men tvey oyru – men hon gav alt, hon átti! Alt er jú okkum givið at umsita við skynsemi.

Tað eru ikki nógv, sum kunnu geva eina millión í einum høggi. Men tað eru fleiri, sum kunnu geva nógv. 100.000 krónur høvdu fleiri megnað í einum. Einki fáa vit í grøvini við okkum, og okkara almennu skipanir eru so góðar, at eingin átti at dottið niðurímillum og liðið nakra neyð. Vit gjalda til pensiónsuppsparingar sum aldri fyrr, so vit øll eru millióningar, tá ið vit eru 67 – ella har á leið!

Tað er ein skylda hjá einum og hvørjum kristinum at geva, ja, tað er enntá ein náðigáva at geva. Onkur hevur speiskliga tikið til, at tað er einasta náðigáva, eingin biður um at fáa.

Vit øll, limir í fólkakirkjuni, geva kirkjuskatt. Ljóðar løgið at geva skatt; tað ber helst ikki til - tað er eitt krav. Kirkjuskatturin er ein góð skipan fyri fólkakirkjuna, men ring skipan fyri kirkjufólkið. Allar skipanir, sum eru tvungnar, eru pr. definitión eitt vánaligt hugskot – ein skipan, sum drepur hugflog, initiativ og motivatión. Hugsa tær, hvussu nógv ídnari okkara kirkja hevði verið at røkt sínar limir, um tað var eitt fíggjarligt incitament at aktivera limirnar? Men rætt skal vera rætt, tað er so deiliga ómakaleyst, og ongin hugsar um hetta hálva prosenti í kirkjuskatti. Skal eg hinvegin út at biðja ein um at geva hálvt prosent av síni inntøku sum gávu, so halda nógv, at tað er nógv at biðja um. Bíblian vegleiðir okkum til at geva 10% av okkara inntøku. Skal henda vegleiðing so roknast av brutto ella netto – sjálvur helli eg til netto.

Nú kom eitt gleps um kirkjuskatt, men tó er nakað gagnligt við hesum, tí tað er okkara skylda fyrst og fremt at geva til ta samkomu, meinigheit ella kirkju vit hoyra til. Vit kunnu ikki rokna við, at nakar annar ger tað. Harnæst er tað okkara skylda at geva til missión, soleiðis at gleðiboðskapurin kann verða borin víðari bæði her heima og úti í stóru verð. Og ikki minst, so er tað okkara skylda at geva til okkara næsta, sum líður neyð. Eingin kann bjarga øllum, men øll kunnu bjarga onkrum.

Tað er eitt gott hugskot at hava eina fasta skipan við sínum gávum. Um eg einaferð standi í valinum um antin at geva 10.000 krónur í einum ella keypa eina ferð til Danmarkar, so er tað skjótt, at Danmark fer við sigrinum. Havi eg hinvegin givið 800 krónur um mánaðin í eitt ár, so nýtist mær ikki at velja, og eg havi givið av glaðum hjarta.

Ja, ein millión kann geva nógvar tankar!

Hjalmar Hansen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni