Bloggur

"Eg eri ikki kallaður"

Tað undrar meg ikki, um vit á ein ella annan hátt hava skapað orsøkir til, at Guds heimsumfatandi ætlanir ikki eru galdandi fyri okkum øll. Mangan hoyra vit kristin siga, "jamen ikki øll eru kallað til at vera trúboðarar", ella meira ítøkiliga, "EG eri ikki kallaður til at vera trúboðari." Tá vit siga so, sipa vit ofta til nútímans kirkjuligu áskoðanina, at bert nøkur fá menniskju fara út frá eini meinigheit fyri at bera gleðiboðskapin út í heim. Í hesum hugsunarhátti snýr missión seg um nakað, sum er partur av einu kirkjusniði, har bert nøkur fá útvald dáma væl og eru góð til at dríva missión. Og so kann restin av okkum annars hyggja at slideshows, tá tey koma heim, tí í síðsta enda hevur Gud altso bert kallað nøkur fá til "hatta missiónsarbeiði".

Men hvar í Bíbliuni verður missiónsarbeiði lýst sum nakað, ið bert er galdandi fyri tey fáu? Hvar er tað valfrítt? Vit eru øll skapað í Guds mynd, frelst frá okkara synd og vælsignað av Gudi til at gera hansara dýrd kenda millum allar tjóðirnar. Jesus hevur sjálvur gjørt meira enn at kalla okkum til at fara út í heimin; hann hevur skapað okkum og boðið okkum at gera tað. Men vit hava tíverri tikið lætt um hesi boð og minkað tað til at vera eitt kall – sum bert nøkur fá menniskju fáa í lívinum.

Tað er áhugavert, at vit ikki gera tað sama við so nógv onnur av Jesu orðum. Tá vit hyggja eftir Matteus 28 og missiónsboðunum, so hugsa vit, "hatta er galdandi fyri onnur menniskju", men tá tað snýr seg um Matteus 11,28: "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu", so siga vit: "Hatta er galdandi fyri meg." Tá hann í Ápostlasøguni 1,8 lovar okkum, at Heilagi Andin vil vera við okkum til ytstu endamark á jørðini, so hugsa vit, at tað er galdandi fyri nøkur (onnur) menniskju, men vit taka gleðiliga ímóti boðskapinum í Jóh. 10,10: "Eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð."

Einaferð í tíðini hava vit gjørt ein óneyðugan (og óbíbilskan) skilnað, har bara nøkur fá noyðast at liva upp til tey kristiligu krøvini – meðan øll kunnu njóta tað góða av teimum kristiligu framíhjárættindum. Á henda hátt lata vit nøkur kristin verða send út í heimin, meðan restin av okkum kunnu sita heima, tí vit "eru ikki kallað" til tað.

Vit vita sjálvandi væl, at hvør einstakur av okkum hevur fingið ymsar gávur og evnir, og ymsan longsul og kall frá Gudi. Gud hevur givið tær og mær serstakar gávur við hvør sínum sermerki. Soleiðis var tað uttan iva hjá lærusveinunum, har allir høvdu ymisk kall, óansæð um teir itu Pætur, Paulus, Jákup ella Jóhannus. Men veruleikin var eisini, at einhvør Kristi eftirfylgjari  í Nýggja Testamenti, óansæð teirra individuella kall, var kallaður til at vera kyndilsberi fyri Guds gleðiboðskap og at bera hansara ljós til heimin. Tað var sjálv orsøkin til, at teir fingu Heilaga Andan og fingu tí somu uppgávuna: at gera øll fólkasløgini til lærusveinar.

Eru somu spælireglur ikki galdandi í dag? Eg siti her við vinnulívsmanninum Steve, sum gongur í okkara kirkju, og tað er greitt, at vit hava ymisk kall. Hann er bókhaldari og eg eri prestur. Honum dámar væl tøl – mær dámar IKKI væl tøl. Men vit hava báðir eina fatan av, at Gud hevur givið okkum eitt kall, sum røkkur langt út yvir landamørk. Tí spurdi Steve meg alla tíðina spurningin: "Hvussu kann eg leiða mítt lív, mína familju, mína bókhaldsfyritøku á ein tílíkan hátt, at tað dýrmetir Gud í heiminum?" Hann hevði leitt starvsfelagar til Jesus, hann útrustaði bókhaldarar til at tæna teimum fátæku; og hansara lív hevur gjørt ein grundleggjandi mun fyri einstaklingar og kirkjur í Suðuramerika, Afrika og Eystureuropa ígjøgnum gleðiboðskapin.

Steve, og onnur sum hann, hava avgjørt at taka Jesu missiónsboð í álvara – og ikki hugsa "hatta eri eg ikki kallaður til." Tey hava ikki hugsað sær at sita á bonkinum, ímeðan nøkur fá "útvald" kristin taka sær av Guds ætlanum í heiminum. Tey eru sannførd um, at Gud hevur kallað tey til at bera hansara dýrd til ytstu endamark jarðarinnar, og tað er júst tað, ið tey hava sett sær fyri at gera.

Í Rómverjabrævinum 1,14-15 tosar Paulus um at standa í skuld yvirfyri tjóðunum. Hann sigur beinleiðis: "Bæði hjá Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld." Tað er eitt djúphugsið mál, vit her hava við at gera. Tað, sum Paulus í roynd og veru sigur, er, at hann skyldar einum og hvørjum glataðum menniskja nakað, óansæð hvar viðkomandi er. Av tí at Kristus eigur Paulus, eigur Paulus ein dýrgrip, sum hann skyldar øllum heiminum: Kristus sjálvan.

Ein og hvør frelstur persónur hesumegin himmalin skyldar nakað til ein og hvønn ófrelstan persón hesumegin helviti. Vit skylda heiminum Kristus – frá tí minsta til tann størsta persónin, frá tí ríkasta til tann fátækasta og frá tí besta til tann ringasta persónin. Vit standa í skuld til tjóðirnar. Við hesum fyri eyga hava vit altso valt ein modernaðan hugburð til missión og gníggja hendur okkara í gudsóttandi stúran, ímeðan vit siga: "ikki kallaður."

Úrslitið av hesum er ikki minni enn tragiskt. Meginparturin av eini mongd av menniskjum, sum sigast at vera frelst frá ævigari glatan orsakað av gleðiboðskapinum, hava valt at lena seg afturá í sofuni og koma við undanførslum, so tey ikki noyðast at deila gleðiboðskapin við restini av heiminum.

Men hvat nú um alt hetta ikki er neyðugt, og okkum ikki tørvar at bíða eftir at verða "kallað" til at náa ein doyggjandi heim? Hvat nú um sjálv orsøkin til, at tú varð frelstur, hevur verið at luttaka í altjóða missión? Og hvat nú um vit fara skeiv av Guds endamáli við at hava skapað okkum, við øllum øðrum enn einum brennandi eldhuga í missiónsarbeiði?

Jákup Justinussen umsetti úr bókini Radikal (s. 72-75) eftir David Platt

---
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni