Á eini føroyskari kjaksíðu fyri átrúnað varð herfyri løgd út ein mynd. Til vinstru á myndini sást Bíblian, og til høgru var forsíðan av eini útgávu av tekniseriuni Batman. Yvir myndini stóð skrivaður spurningurin: “Hvat halda tit um hetta?”. Endamálið við myndini var spurningurin: “Er tann kristni Gud ikki bert er ein uppfunnin persónur, eins og persónurin Batman?”
Til hendan kjaktráð komu sjálvandi hópin av viðmerkingum, bæði frá persónum, ið vóru samd í hesi lýsing av Gudi og viðmerkingar frá persónum, ið á ymiskan hátt royndu at vísa á munin millum Gud í Bíbliuni og Batman.
Hesin arbeiðsháttur, áhaldandi at seta nakrar trúarskeptiskar “valplakatir/setningar” á ein leikpall, er vorðin sera vanligur hjá ungum anti-kristnum. Hesin arbeiðsháttur er ikki uppfunnin í Føroyum, men avritaður av arbeiðsháttum frá øðrum londum, ið byggir á tær royndir, at tíðin, vit klára at fokusera í dag, tykist sera stutt, og myndir harumframt hava sera stóra ávirkan.
Sum kristin í Føroyum í dag tykist tað mangan fyri mær, sum um vit eru drigin inn í eitt valstríð, har vit við innbjóðandi “plakatum” og “val-sloganum” royna at fáa yvirtalað menniskju at velja kristindómin, uttan at vit hava givið okkum far um, at fleiri og fleiri ung (og eisini eldri) síggja valið sum ein spurning millum tveir uppdiktaðar figurar á støði við Batman og Superman.
Í hesi “val-kampagnu” er einki absolutt rætt ella skeivt, men ein spurningur um, at velja tað TÚ metir og følir er rætt (á sama hátt sum flest onnur val)
Ein eldri prædikumaður segði einaferð, at ein sunn kristin trúgv er: “Ein trúgv, ið er áhugað í og ynskir at skilja, hvat hon byggir á”. Tann kristna trúgvin eigur at fáa meg at rannsaka og granska Bíbliuna, granska upprunan til Bíbliuna, tann søguliga Jesus. Grundgevingarnar fyri og ímóti Jesu søguligu uppreisn, skilja nakrar av grundgevingunum ímóti, at menniskjað er úrslit av tilvildarligari menning, og at alheimurin er vorðin til av tilvild úr ongum – umframt at kunna grundgeva fyri, hví bíbilsku svørini og holdningar til aktuell evni í Føroyum eru einasta rættað svarið..
Hvussu kann eg, uttan rannsakan og granskan av Bíbliuni, greiða einum persóni frá muninum millum Bíbliuna og eitt Batman-blað.
Tað er sera gleðiligt at síggja, at KFS-felagsskapurin ætlar sær í holt við ein trúarverjuskúla í heyst, ið bæði kemur at snúgva seg um ymisk evni innan trúarverju, umframt vegleiðing í at frambera kristna boðskapin. Trúarverjan gevur lítla og onga meining, um hon ikki er tengd at endamálinum við kristindóminum, ið er at finna frelsuna í søguliga Jesusi Kristi.
KFS arbeiðir millum ung í Miðnámsskúlum, men vónandi fáa vit eisini eitt trúarvitanararbeiði millum yngri ung í Fólkaskúlanum, tí hesi ungu kristnu uppliva eisini ein størri og størri ágang og kritiskar spurningar til kristindómin.
Tað er gott at hava frálæru í trúarverju, har tey kristnu savnast. Tað er tó alneyðugt, at vit kristnu hava betri dirvi at verja kristnu hugsanirnar í tí almenna rúminum og eisini tora at seta kritiskar spurningar til tær í almenna rúminum galdandi lærur og hugsanir.
Tá kristindómurin flytur seg til almenna rúmið, kann man skjótt merkja eina mótstøðu, men hetta er bert ein staðfesting av, at trúgvin nú er livandi, og nú verður gingið í fótasporunum hjá okkara kristnu forfedrum – ja heilt aftur til Jesus sjálvan.
Ejvind Mouritsen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024