Hvar blívur tíðin av, ganga vit javnan og hugsa. Viðhvørt er tað sum um, at tíðin rennur undan okkum. Og áðrenn vit vita av, hava børnini lagt av við at brúka blæu, suttu og at sova um dagin. Tey fara í skúla, blíva fermd, fáa koyrikort, flyta heimanífrá, finna sær ein hjúnafelaga, og áðrenn tú veit av, ert tú vorðin omma. Hesi orðini hoyri eg ofta frá teimum, sum eru komin ”upp undan”.
Vit eiga Súsonnu í skúlaaldri, Oliviu, ið er fýra ár, og Marner skjótt trý – og so seint sum í gjár tók eg bibburnar hjá honum upp til nøsina og mussaði tær. Tá slóg tað meg, at tær vóru nú blivnar stórar, og at nú fari eg ikki at keypa lítlar sokkar aftur í std. 19 – hehe, typiskt mammur.
”Kvalitetstíð” er lyklaorðið, og tað hoyra vit ofta. Men hvat merkir tað? Sambært donsku orðabókini merkir tað: “tíð, sum man nýtir saman við einum ella fleiri persónum, ið fáa okkara fulla uppmerksemi.” Duga vit at geva øðrum okkara fulla uppmerksemi? Okkara hjúnafelag, børnum, familju, næsta og samkomu? Tá dagarnir mangan kennast pressaðir, og døgnið kundi verið dupult so langt; duga vit tá allíkavæl at seta okkum niður, hyggja hvønn annan í eyguni og brúka kvalitetstíð saman við okkara børnum og samstundis vera nakað fyri okkara næsta?
Børnini hjá okkum vóru á sunnudagsskúla ein dagin. Tá spurdi sunnudagsskúlalærarin børnini, hvat foreldrini brúktu nógva tíð uppá. Børnini vóru kvik at svara ”Telefon, facebook, snapchat o.s.fr.” Tað stuttliga við børnum er, at tey svara erligt og fáa alt við. Tey hyggja at, hvussu vit foreldur gera, og hvussu vit brúka okkara tíð. Eg haldi, at teirra svar var ræðandi, og eg veit ikki, um eg sjálv eri greið yvir, hvussu álvarsamt hetta er. Eg ynski í øllum førum ikki, at míni børn skulu hava hasa myndina av mær, men eg má blankt viðganga, at eg fangi meg eisini í at hvørva í telefonheimin viðhvørt. Eg plagi at greiða elstu dóttrini frá, hvussu stóran týdning tað hevur fyri børn at tekna, spæla og nýta sítt hugflog – tí at brúka ov nógva tíð framman fyri skíggjanum blívur man ókreativur av. Hon er skjót at svara, “jamen tað gert tú sjálv, mamma”. Tað passar eisini. Eg havi heilt greitt nakað at arbeiða við, og tað er gott at børnini eru vakin.
Persónliga haldi eg, at tað er farið av sporinum, bæði hjá børnum og vaksnum. Eg haldi tað er farið ov langt, tá man situr saman sum familja, tó uttan at vera nærverandi, men bara í sama rúmi. Júst av tí orsøk, at øll gløða í hvør sín skíggja. Einaferð tá vit hildu jól saman í Keypmannahavn, gjørdu vi eina reglu, at allar telefonir vórðu koyrdar í ein kassa jólaaftan. Tað merktist skjótt, tí tá vóru vit 100% til staðar. Tað er júst hetta kvalitetstíð merkir; at man kann vera saman og hugna sær saman uttan órógv. Tað er tá, at borðspølini koma fram og hugflogið arbeiðir. Skíggjarnir stjala so nógv meira tíð, enn vit eru varug við.
Vit eru fyrimyndir hjá okkara børnum. T.v.s. at tey ganga í okkara fótasporum hvønn dag. Spurningurin er so, hvar vit ynskja at leiða tey. Tilboðini eru nógv, og vit verða tvungin til at raðfesta. Øll hava líka nógva tíð – 24 tímar í døgninum – men hvussu teir vera raðfestir, er sera ymiskt frá familju til familju. Á familjuleguni, ið vit vóru á herfyri, kom fram, at 10 min kvalitetstíð hvønn dag saman tí einstaka barninum ger undirverk. Tað ljóðar ikki av so nógvum, men um eg hugsi meg um, so brúki eg oftast tíð saman við øllum í senn og viðhvørt einum. Tilvitað at deila tað upp til hvønn einstakan fari eg heilt greitt at royna.
Vit mugu ikki lata tíðina renna avstað við okkum, men steðga á, njóta friðin og geva okkum stundir til løtuna saman við Guði, har hann fær loyvi til at tala til okkara. At njóta løtuna, har vit hugna okkum saman við børnunum, og ikki minst eisini geva okkum stundir til okkara næsta. At hava eitt vakið eygað við, hvussu tey hava tað, og rætta eina hond, har tørvur er á tí. Børnini ganga jú í okkara fótasporum, í øllum førum tá tey eru heilt smá. Hvønn veg ynski eg, at barnið hjá mær skal ganga, og hvørja leið gangi eg sjálv?
Erla Mortensen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.