Bloggur

Bíblian og Batman

Á eini føroyskari kjaksíðu fyri átrúnað varð herfyri løgd út ein mynd. Til vinstru á myndini sást Bíblian, og til høgru var forsíðan av eini útgávu av tekniseriuni Batman. Yvir myndini stóð skrivaður spurningurin: “Hvat halda tit um hetta?”. Endamálið við myndini var spurningurin:  “Er tann kristni Gud ikki bert er ein uppfunnin persónur, eins og persónurin Batman?”

Til hendan kjaktráð komu sjálvandi hópin av viðmerkingum, bæði frá persónum, ið vóru samd í hesi lýsing av Gudi og viðmerkingar frá persónum, ið á ymiskan hátt royndu at vísa á munin millum Gud í Bíbliuni og Batman.

Hesin arbeiðsháttur, áhaldandi at seta nakrar trúarskeptiskar “valplakatir/setningar” á ein leikpall, er vorðin sera vanligur hjá ungum anti-kristnum.  Hesin arbeiðsháttur er ikki uppfunnin í Føroyum, men avritaður av arbeiðsháttum frá øðrum londum, ið byggir á tær royndir, at tíðin, vit klára at fokusera í dag, tykist sera stutt, og myndir harumframt hava sera stóra ávirkan.

Sum kristin í Føroyum í dag tykist tað mangan fyri mær, sum um vit eru drigin inn í eitt valstríð, har vit við innbjóðandi “plakatum” og “val-sloganum” royna at fáa yvirtalað menniskju at velja kristindómin, uttan at vit hava givið okkum far um, at fleiri og fleiri ung (og eisini eldri) síggja valið sum ein spurning millum tveir uppdiktaðar figurar á støði við Batman og Superman.

Í hesi “val-kampagnu” er einki absolutt rætt ella skeivt, men ein spurningur um, at velja tað TÚ metir og følir er rætt (á sama hátt sum flest onnur val)

Ein eldri prædikumaður segði einaferð, at ein sunn kristin trúgv er: “Ein trúgv, ið er áhugað í og ynskir at skilja, hvat hon byggir á”. Tann kristna trúgvin eigur at fáa meg at rannsaka og granska Bíbliuna, granska upprunan til Bíbliuna, tann søguliga Jesus. Grundgevingarnar fyri og ímóti Jesu søguligu uppreisn, skilja nakrar av grundgevingunum ímóti, at menniskjað er úrslit av tilvildarligari menning, og at alheimurin er vorðin til av tilvild úr ongum – umframt at kunna grundgeva fyri, hví bíbilsku svørini og holdningar til aktuell evni í Føroyum eru einasta rættað svarið..

Hvussu kann eg, uttan rannsakan og granskan av Bíbliuni, greiða einum persóni frá muninum millum Bíbliuna og eitt Batman-blað.  

Tað er sera gleðiligt at síggja, at KFS-felagsskapurin ætlar sær í holt við ein trúarverjuskúla í heyst, ið bæði kemur at snúgva seg um ymisk evni innan trúarverju, umframt vegleiðing í at frambera kristna boðskapin.  Trúarverjan gevur lítla og onga meining, um hon ikki er tengd at endamálinum við kristindóminum, ið er at finna frelsuna í søguliga Jesusi Kristi.

KFS arbeiðir millum ung í Miðnámsskúlum, men vónandi fáa vit eisini eitt trúarvitanararbeiði millum yngri ung í Fólkaskúlanum, tí hesi ungu kristnu uppliva eisini ein størri og størri ágang og kritiskar spurningar til kristindómin. 

Tað er gott at hava frálæru í trúarverju, har tey kristnu savnast. Tað er tó alneyðugt, at vit kristnu hava betri dirvi at verja kristnu hugsanirnar í tí almenna rúminum og eisini tora at seta kritiskar spurningar til tær í almenna rúminum galdandi lærur og hugsanir.

Tá kristindómurin flytur seg til almenna rúmið, kann man skjótt merkja eina mótstøðu, men hetta er bert ein staðfesting av, at trúgvin nú er livandi, og nú verður gingið í fótasporunum hjá okkara kristnu forfedrum – ja heilt aftur til Jesus sjálvan.

Ejvind Mouritsen


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni