Bloggur

At vinna á freisting

Kennir tú til freistingar? At hava hug at gera nakað skeivt ella hug at lata vera við at gera nakað rætt? Fleiri ynskja at liva eitt sunt lív við millum annað at lata vera við at eta ymiskt ósunt. Hvussu væl kennist ikki freistingin her og hugurin at eta tað, sum ætlanin ikki var?

Vit kenna øll freisting og at fella fyri freistingini á ein ella annan hátt. Ein kanning í 2015 hjá Statista vísti, at annar hvør giftur maður í Danmark er ótrúgvur móti síni konu! Í Týsklandi vóru tað 45 prosent, í Fraklandi 43, í Norra 40, og í Finnlandi 36 prosent. Ein onnur kanning, sum Rockwool Fondens Forskningsenhed gjørdi í 2016, vísti, at 4 út av 10 dønum gjalda arbeiðsløn svart. Eisini vísti henda kanning, at tað eru tey við hægstu lønunum, ið snýta mest!

Hvørjar freistingar møtir tú í tínum lívi? Likamliga, sinnisliga og andliga? Hvørjar av klassisku freistingunum stríðist tú við: Sex, vald og pengar?

Eg kenni freistingar og falli fyri freistingum.

Men tað gjørdi Jesus eisini. Einaferð kom djevulin til hansara, eftir at hann ikki hevði etið í 40 dagar. Hann var tá staddur í eini oyðimørk og kendi sostatt hungur, einsemi, og vanda, og harvið trýst likamliga, sinnisliga og andaliga. Og hetta visti djevulin útmerkað væl og freistaði Jesus júst á hesum økjum. Fyrst við at biðja Jesus gera steinar til breyð, so hann kundi eta og verða mettur. Síðani við at misbrúka tað einasta, Jesus hevði at stuðla seg til, Bíbliuna, so Jesus skuldi freista Gud. Og til seinast við at bjóða Jesusi vald í heiminum. Men Jesus stóð ímóti freistingunum við at halda seg til tað orðið, sum gav honum styrki. Til hvørja freisting frá djevlinum vendi Jesus sær til Bíbliuna, so hann kundi svara aftur. At enda gav djevulin upp og fór frá Jesusi.

Kendi Jesus ikki Bíbliuna, var hann verjuleysur freistingarløtuna!

Hvussu veit eg, hvat tað rætta er likamliga, sinnisliga og andaliga? Jú, Bíblian vísir mær tað rætta í øllum hesum førum! Skal eg halda út í freisting, má eg kenna tað rætta, tað skeiva og meg sjálvan.

Jesus segði: “Skrivað stendur: “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni””. Hann brúkti Guds orð sum verju freistingarløtuna. Hann hevði lært seg hetta orðið uttanat, so hann hvørja løtu kundi brúka tað.

Kenni eg ikki tað rætta, eri eg verjuleysur freistingarløtuna!

Eg felli í freisting. Um ikki í dag, so í morgin! Likamliga, sinnisliga og andaliga. Tess vegna gjørdist Jesus menniskja og varð freistaður sum menniskjað og helt út og sigraði við Guds orði yvir freistingini. Jesus gav upp sítt vald, soleiðis at hann kundi vinna alt valdið! Við trúnni á Jesus eigi eg ein himmal, har eingin freisting er.

Kenni eg ikki tað rætta, eri eg verjuleysur freistingarløtuna! Í lívinum geri eg væl at líkjast Jesusi við at læra meg sannleikans orð, sum Bíblian er, so eg kann standa ímóti mínar freistingarløtur.

Derhard Jógvansson, prestur
Blogginnlegg frá Derhard.fo


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni