Bloggur

At leiða fýra felagsskapir samstundis

Fyri nøkrum árum síðani hevði eg eina kenslu av ikki at megna tær uppgávur, eg fegin vildi. Vit eru óivað fleiri, sum kenna júst hesa kensluna, men fyri meg var tað sera álvarsamt henda dagin, tí talan var um tær uppgávur, sum eg raðfesti hægst í mínum lívi. Ella rættari, eg kendi, at eg ikki megnaði at røkta mínar hægst raðfestu felagsskapir. Eg sat einsamallur heima við hús ein morgunin við Bíbliuni við lið, mínari dagbók og einari aðrari bók, eg var í holt við at lesa. Sat í sofuni í stovuni í kvirru. Henda kenslan nívdi meg. Eg hugsaði, at eg ikki megnaði at røkja felagsskapin við Gud. At eg ikki megnaði at røkja felagsskapin við konuna, døturnar ella míni medmenniskju. Eg hevði bestan hugin at blaða upp í Bíbliuni at lesa ella biðja, men kendi tað á mær, sum um at Gud segði við meg: “Bíða! Ver kvirrur eina løtu! Brúka tíð til at vera í hesi keðiligu kensluni og hugsa teg um!” Tað gjørdi eg so. Tað var kvirt inni, har eg sat í sofuni og dvøldi við mínar miseydnaðu royndir at leiða væl í mínum felagsskapum.

Spakuliga kom ein mynd fram fyri meg. Eg átti ikki at hugsa um einstøk menniskju fyrst og fremst, men felagsskapir. Tað gjørdist greitt fyri meg, at í mínum lívi eru fýra høvuðsfelagsskapir, sum eg havi fingið kall til at leiða: 1. Felagsskapin við Gud, 2. Felagsskapin við konu mína, 3. Felagsskapin við døtur mínar, og 4. Felagsskapin við míni medmenniskju. Hetta var ikki nøkur kollveltandi uppdaging, men gjørdi tað heila nógv greiðari fyri meg. Meira var, at eg átti at flyta fokus frá hinum í mínum felagsskapum til mín egna leiklut. At eg fyri tað fyrsta eri Barn, síðani Maki, Foreldur og Systkin. Eg eri Guds barn og tað hevur við sær ein ávísan leiklut í felagsskapinum. Tað verður kravt nakað av mær og nakað annað av faðir mínum. Øðrvísi er tað við felagsskapinum við konu mína, har eg eri maður. Vit hava skyldur hvør í sínum lagi. Aftur er tað øðrvísi við felagsskapinum við døturnar, har eg eri faðir og aftur øðrvísi við medmenniskju míni, har eg eri bróðir.

Tað var, sum um at Gud opnaði míni eygu henda morgunin. Frá at vera ørkymlaður um, hvussu illa eg megnaði at røkja mínar felagsskapir, gjørdist eg nú spentur at leiða í ymisku felagsskapunum, so ymiskur eg var í hesum leiklutum. Tað gjørdist lætt hjá mær nú at definera felagsskapirnar og skipa mína givnu tíð, orku og ognir yvir hesar fýra felagsskapir.

Latið meg siga tað her: Eg megni ikki enn at røkja nakran av hesum felagsskapum til fulnar. Men eg eri greiðari yvir, hvussu eg eigi at leiða ymiskt í øllum hesum fýra felagsskapum samstundis. Tað er ikki lætt, men hetta er tann støðan, Gud hevur sett meg í, so eg eigi at gera mítt besta.

Hvussu er við tínum lívi? Kennir tú hesa somu kenslu ikki at megna at røkja felagsskapin við onnur? Hevur tú eina raðfesting hesum viðvíkjandi í tínum lívi? Hevur tú verið í kvirru, bøn og Bíbliulestri viðvíkjandi hesum, so tú sært, hvat Gud hevur kallað teg til?

Derhard Jógvansson


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni