Kendi indiski trúarverjin Ravi Zacharias, sum ferðast runt til ymisk universitet runt heimin fyri at hava trúarverju, fekk einaferð eina viðmerking, sum segði: But Mr. Zacharias there are no absolutes (men Hr. Zacharias, tað er einki, sum er absolut) Til hetta svaraði Ravi: are you absolutely sure? (ert tú 100% vísur í tí?)
Vit liva í eini tíð, har tann vanligi tankin er, at tað er einki, sum er absolut. Tað er einki, sum er 100%. Tað er einki, sum heldur líkamikið hvat. Vit verða undirdíkt við hesum tanka allastaðni, har vit koma. Í skúlanum verða vit lærd at seta spurningar, at undrast og at vera kritisk. Í samfelagnum er allatíðina okkurt, sum vit skulu taka støðu til. Vit hava tað soleiðis, at um onkur sigur okkurt, so skulu vit líka ivast fyrst, um tað nú man vera so, sum viðkomandi sigur.
Hesin tanki kann ávirka okkum so mikið nógv, at vit kunnu fara at ivast í øllum. Hetta er ikki gott fyri okkum menniskju, tí vit hava brúk fyri onkrum, sum vit kunnu halda okkum til, og sum vit kunnu hava álit á.
Føroyar verða sagdar at vera eitt kristið land. Vit hava lógir, sum byggja á tey kristnu virðini. Merkið ber krossmerkið. Triðja ørindi í tjóðsanginum er ein bøn, og soleiðis kundi eg blivið við. Men alt hetta er við at broytast. Í dag er tað ikki nóg mikið at hvíla í hesum. Nei, her má okkurt annað verða sett í staðin. Í staðin fyri at byggja á Gud, so verður bygt á vit og skil. Ein natúrlig avleiðing av hesum er, at Gud skal út. Um vit bert kunnu vera góð hvør við annan og semjast um at brúka vit og skil, so skal alt nokk ganga væl. Fyri at hesin tankin skal eydnast, so er neyðugt at fáa Gud út úr almenna rúminum. Gud skal ikki vera ein almennur Gud, sum fólk samlast um. Nei, hann skal vera ein privatur Gud, sum vit skulu hava heima við hús. Vit skulu ikki taka hann fram og tosa um hann, tá ið vit eru saman við øðrum fólkum, tí vit skulu halda hann fyri okkum sjálv. Men hvørjum endamáli tænir hesin tanki? Hvussu kunnu vit halda Gud fyri okkum sjálv? Um vit veruliga eru kristin, tá bæði sæst og hoyrist tað á okkum.
Hesin tankin, at Gud er privatur, er ein nýggjur tanki, sum er merktur av tíðarandanum, men Gud er ikki ein privatur Gud. Sum ein maður einaferð segði: Gud er persónligur, ikki privatur.
Eg má siga sum er, at mær dámar als ikki hendan tíðarandan, har menniskja skal setast í Guds stað, og at vit og skil skal koma í staðin fyri Guds fyriskipanir. Okkara land, Føroyar, sum í øldir hevur bygt á Guds orð, er eitt av heimsins ríkastu samfeløgum, og tað munnu vera fá lond, har ójavnin millum íbúgvarnar er so lítil sum í Føroyum. Vit hava skipað viðurskifti á øllum økjum, og við at byggja á Guds orð, so hava vit fingið signing. Hetta er einki at ivast í. Vit síggja tað við okkara egnu eygum. So um tú heldur, at einki er absolut, so tekur tú feil. Tað er eitt, sum er absolut. Tað er eitt, sum er 100%. Tað er eitt, sum heldur líkamikið hvat. Gud er í gjár og í dag, ja, til ævigar tíðir tann sami. Hesin sami Gud, sum føroyingar í øldir hava bygt sítt lív á, hann heldur eisini nú. Hann er persónligur, men ikki privatur. Hann er ikki svikaligur, men hann er absoluttur. Hansara kærleiki til okkum er absoluttur. Hesin kærleiki er ein persónur – Jesus Kristus. Tí skulu vit øll, sum rópa okkum trúgvandi, fara út til okkara landsmenn, út í tað almenna rúmið við hesum gleðiboðskapi um, at Jesus Kristus er deyður fyri allar heimsins syndir.
Andrias Magnussen
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.
-
Borgarlig og kirkjulig vígsla av samkyndum
27.08.2015
-
Vit hava tørv á tínari hjálp
23.10.2015
-
Hvat motiverar teg til tænastu?
24.10.2015
-
Náði-regnskjólið
01.11.2015
-
Hvat við teimum smáu syndunum?
05.11.2015
-
Fríur vitnisburður – heilag kúgv ella hent amboð?
24.11.2015
-
“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bara um tvey vaksin
01.12.2015
-
"Eg eri ikki kallaður"
08.12.2015
-
Hvussu mong menniskju sært tú her?
15.12.2015
-
Hvat er hjúnabandið?
19.01.2016
-
Kløn og í góðari venjing, tá ið Jesus kemur aftur
26.01.2016
-
Skeri eg teg her, so missi eg teg har
02.02.2016
-
Kristin undir øktum trýsti
09.02.2016
-
Vælkomin í klubban
16.02.2016
-
Fyrimynd og umdømi hevur alt at siga
23.02.2016
-
Børnini eru nútíðin og framtíðin
01.03.2016
-
Tosa við børnini um porno
08.03.2016
-
Verði vilji mín!
22.03.2016
-
Verði tó ikki vilji mín, men tín!
29.03.2016
-
Samanhald í kirkjuni
05.04.2016
-
Uppskrift uppá veking
12.04.2016
-
Kristintrúgvin í Føroyum anno 2016
19.04.2016
-
Kristin ella kultur-kristin
26.04.2016
-
Evangeliið er betri enn grindaboð
17.05.2016
-
Nógv ung virkin í útimissión
24.05.2016
-
Kann ein koma, um ein er samkyndur?
31.05.2016
-
Bardagin um børnini
07.06.2016
-
Svør finnur tú í svørðinum
14.06.2016
-
Hvat varð av tíðini?
28.06.2016
-
Pínan í einum tári
05.07.2016
-
Bíblian og Batman
12.07.2016
-
Hugsjónir og átrúnaður
19.07.2016
-
Ein millión gevur tankar
23.08.2016
-
Gudsmynd, heilasíla og gerandisdagur hanga saman
06.09.2016
-
Vit eru kallað til næstakærleika
20.09.2016
-
Munadygg missión
11.10.2016
-
Ævinleikaperspektiv
18.10.2016
-
Skuggaleikurin og reyði tráðurin
01.11.2016
-
Handakraft ella himmalkraft
08.11.2016
-
Títt lív liggur í Guds hondum
22.11.2016
-
“So er tað yvirstaðið”
13.12.2016
-
Framtíðin í ungdómsarbeiði – ungdómsleiðari ella tiltaks-fyriskipari?
10.01.2017
-
100% almennur
24.01.2017
-
Ørindini á prædikustólinum
28.02.2017
-
Reformatión - er tað neyðugt?
07.03.2017
-
Sí, hvussu tey elska hvør annan
14.03.2017
-
At leiða fýra felagsskapir samstundis
21.03.2017
-
Uttan náðigávur er samkoman skerd
04.04.2017
-
Farið tí
11.04.2017
-
Páskirnar eru als ikki farnar afturum!
28.04.2017
-
Hvør ella hvat eri eg?
23.05.2017
-
Hvør ræður í tínum lívi?
21.06.2017
-
Tora vit at røra tað størsta tabuið?
29.08.2017
-
– Kirkjan er fullsett, tíverri er ikki pláss fyri tykkum
05.09.2017
-
Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?
14.09.2017
-
Relatiónir fram um traditiónir?
20.10.2017
-
Trúarfrælsi
01.11.2017
-
Nýggi sáttmálin
15.11.2017
-
Náttúruvísindi ella gudfrøði?
21.11.2017
-
Ósjónligir múrar
06.12.2017
-
Eg velji Guds ríki
20.12.2017
-
Hava vit tíð at vera ein næsti?
14.02.2018
-
Hví prædika?
07.03.2018
-
Børnini ganga í okkara fótasporum
15.03.2018
-
Jesu passiva rættvísi
04.04.2018
-
Sjómansmissiónin møtir menniskjum, har tey eru
02.05.2018
-
Jú, hetta eru føturnir á børnunum hjá okkum!
27.05.2018
-
At vinna á freisting
13.08.2018
-
Er missiónin ein spennitroyggja?
25.09.2018
-
Jú minni dýpd, jú meira glimmur?
19.12.2018
-
Eydna
16.01.2019
-
Sært tú møguleikan?
23.01.2019
-
Komi ikki heim aftur, fyrr enn Føroyar hava fingið fría fosturtøku
20.02.2019
-
Nehemia 2019 – Hjúnabandið, hvíludagurin og gevaralyndið
25.03.2019
-
At raðfesta
02.04.2019
-
Sjáldan er forvitin fegin
17.04.2019
-
Harmur og gleði í felag tey reika
01.05.2019
-
Heimsmál #1
08.05.2019
-
Samskifti
16.05.2019
-
Eg hevði rætt til lívið!
28.06.2019
-
Byggja Guds ríki
04.07.2019
-
Framgongd - ella afturgongd?
09.10.2019
-
Felagsskapur og einsemi
16.10.2019
-
Tað skríggjar til himmals
21.11.2019
-
Eri eg tann, eg eri, ella?
02.12.2019
-
Gávumildni er kærleikans termometur
05.12.2019
-
Ein í rúgvuni
09.12.2019
-
Adventin er okkara fagnaðarár
19.12.2019
-
Kom og ver við at náa tíni medmenniskju – á trubodin.fo
05.02.2020
-
Bønartúr
12.02.2020
-
Kristin list - hin fjalda tænastan
08.07.2020
-
Hvat skulu vit gera í heyst?
20.08.2020
-
Avbjóðingar
23.04.2021
-
Um so lýsnar halda lívið í mær
05.05.2021
-
10 orð eg ongantíð gloymi
12.09.2021
-
Hevur tú einki gott at sita, so er betur at tiga!
18.09.2021
-
Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?
03.05.2022
-
Tá ið ongin sannleiki er longur
27.06.2024