Bloggur

Ørindini á prædikustólinum

Á talarastólinum í gamla missiónshúsinum á Toftum stóð skrivað: Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð.
Valla man nakar ivi vera um, at ætlanin við hesum ørindum er at áminna bæði prædikumann og áhoyrara um, hvat eigur at fylla løtuna í missiónshúsinum. Áminningin er, sum eg síggi tað, at Guds orð er myndugleikin, og uppgávan hjá prædikumanninum er bundin at hesum myndugleika. Hann skal prædika samsvarandi. Og uppgávan hjá tí vakta kirkjuliðnum er at hjálpa prædikumanninum í at virka samsvarandi bíbilska sannleikanum.

Tað, at soleiðis verður ámint, er ikki nakað eindømi. Sum dømi kann nevnast, at á prædikustólinum í Glyvra kirkju stendur: Orð Harrans varir um allar ævir. Hetta eru ikki júst somu orð, sum á talarastólinum á Toftum, men áminningin er greið: Menniskju koma og fara, men Guds orð verður verandi sum tað er. Óbroytt! Prædika tí samsvarandi!

Ikki taka frá – ikki leggja afturat
Herfyri las eg um fleiri prædikastólar í Danmark, sum bera latínsku áskriftina NEC MINUERE – NEC ADDERE. Onkrastaðni standa tey sjónlig fyri kirkjuliðnum, aðrastaðni bert sjónlig fyri tí, ið trínur á prædikastólin. Týdd til føroyskt merkja orðini: Ikki at taka frá – ikki at leggja afturat. Við øðrum orðum, verður kirkjuliðið mint á, at tann, sum tey hava kallað til prædikuembætið, hvørki eigur at taka frá ella at leggja afturat Guds orði.

Og ikki minni týdning hevur tað, at hetta elvir til sjálvrannsakan fyri tann, sum hevur fingið lagt prædikuembætið á herðarnar. Hvørt tað so er prestur, trúboðari, talari, sunnudagsskúlalærari, so eru vit øll noydd at seta spurningin: Taki eg nakað frá ella leggi eg nakað afturat Guds orði? 

Gera vit tað – taka frá ella leggja afturat – ja, so er frægari at finna sær aðra tænastu, tí frá hesum prædikustóli eru ørindini einans at prædika samsvarandi Guds orði. 

Kanska enn meira talandi er tað, at á tí eina prædikastólinum eru latínsku orðini rist niður í niðasta og fyrsta trinið á trappuni á veg upp á prædikastólin. Áðrenn traðkað verður á prædikastólin, fær prædikumaðurin sostatt at vita, at eru ørindini at minuera (taka frá) ella at addera (leggja afturat) Guds orði, ja so er stutt sagt eingin atgongd. Tí her er galdandi, at Um einhvør talar, tá tali hann sum Guds orð.

Mugu prædika alt Guds ráð
At tala sum Guds orð. Hvat merkir hetta so? Skulu vit bara standa á prædikustólinum og lesa úr bíbliuni og einki annað siga? Onkuntíð skulu vit tað. Men sum eg síggi tað, so er tað uppgávan hjá okkum at tala og prædika tað, sum fólk í forðum kallaðu alt Guds ráð.

Við orðunum, at prædika alt Guds ráð, verður sipað til, at tað, sum bíblian sigur um ymisk viðurskifti, tað eigur at verða prædikað. Tað, bíblian talar um Jesus, eigur at verða prædikað. Tað, bíblian talar um vón, synd, rættvísi og dóm, somuleiðis. Tað, sum bíblian sigur um himmal og helviti. Ja, alt Guds ráð eigur at verða prædikað. Ikki bert ein partur av bíbliuni – tí so taka vit frá. Og ikki burturforkláringar, tí so leggja vit afturat.

Men hví skriva um hetta nú?
Jú, tí vit fara nú undir føstuna. Fyrireikingartíðina til páskir. Og í hesum tíðarskeiði eru nógvir snávingarsteinar fyri okkara vit og skil, sum vit kunnu lokkast til, annaðhvørt ikki at nevna ella at burturforklára. 

- Í føstuni verður varpað ljós á, at Jesus, Guds sonur, gekk ígjøgnum líðing, pínu og deyða fyri alla heimsins synd, fyri at bjarga tær og mær undan ævigari glatan.

- Mitt í føstuni eru Boðanardagur Mariu. Dagurin, tá ið prædikuteksturin í kirkju okkara er um, tá ið Maria fær boðini um, at hon skal verða við barn, hóast hon ikki hevur verið saman við manni. At Jesus skal verða gitin í móðurlívi av heilagum anda. At Jesus er Guds sonur.

- Páskamorgun prædika vit Jesus Kristus sum upprisnan frá teimum deyðu. At deyðin ikki kundi halda honum, men at hann varð reistur upp av Gudi og sæddur av fleiri vitnum.

Hesin boðskapur eigur ikki at verða forbronglaður við føgrum orðum um symbolikk og mytir. Nei, fullkomna offrið, Jesus Kristus, skal prædikast, menniskjum til umvendingar og endurnýggjanar. Tí at tað er sannleikin, sum fríar menniskju. Og tá er alneyðugt at hava orðini hjá Pæturi í huga: Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð.

Ovi Brim


Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað, og hevur til endamáls at lýsa, bjóða av ella skapa orðaskifti um viðurskifti, sum onkusvegna hava við missión, kirkju og kristnilív at gera. Bloggurin er tí ikki neyðturviliga sjónarmið hjá Heimamissiónini og leiðslu hennara.

2015
2014
2013
Leita eftir evni