Vælkomin til dátuverndarkunning hjá Kirkjuligu Heimamissiónin. Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini at tryggja, at viðgerðin av tínum persónupplýsingum eru í samsvar við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti (tað er tú) er kunnað/ur um, hvat ið er skrásett um viðkomandi.
Vit taka dátuvernd í álvara, og hava tí skriva hesa dátuverndarkunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við tiltøk hjá Kirkjuligu Heimamissiónin.
Kirkjuliga Heimamissiónin skipar m.a. fyri tiltøkum fyri børnum, ungum og vaksnum.
Tiltøkini kunnu verða:
Onnur tiltøk kunnu finnast á heimasíðuni hjá Kirkjuligu Heimamissiónini www.mission.fo og www.nesvik.fo
Tá tú meldar teg til eitt skeið/tiltak, verður tú aloftast biðin um hesar upplýsingar: Fornavn, eftirnavn, bústað, býur/bygd, postnummar, teldupostur, føðingardagur, telefonnummar og kyn. Tú kanst eisini tekna teg til tíðindabræv og tá biðja vit um navn og teldupost.
Kirkjuliga Heimamissiónin er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú venda tær til:
Kirkjuliga Heimamissiónin
Nesvík 8
FO-437 Nesvík
Telefonnr.: +298 470000
Teldupost:
Kirkjuliga Heimamissiónin ynskir at veita eitt breitt úrval av møguligum tiltøkum og annað.
Vit viðgera tí tínar persónupplýsingar til hesi endamál:
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð er:
Sum nevnt omanfyri, fer okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram, fyri tað mesta grundað á heimilað áhugamál, sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6, í dátuverndarlógini, og §12 stk 1, nr. 5 fyri viðkvæmar persónupplýsingar.
Heimildirnar eru:
Vit viðgera hesi sløgini av persónupplýsingum um teg:
Høvuðsreglan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er, at vit ikki víðarigeva tínar persónupplýsingar til aðrar móttakarar, og um vit brúka undirveitarar, skulu vit hava avtalur við teir. Vit brúka eisini sosialar miðlar. Tú eigur at verða vitandi um, at sosialu miðlarnir savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar sosialu miðlarnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og sosialu miðlarnir brúka hesar upplýsingar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tey ynskja tú skal síggja.
Kirkjuliga Heimamissiónin sendir, sum útgangsstøðið, ikki upplýsingar veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri til sosialar miðlar har móttakarin er í USA.
Um so, er at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
Persónupplýsingar, sum vit viðgera eru innheintaðar beinleiðis frá tær.
Vit goyma tínar persónupplýsingar so leingi, tað er neyðugt í sambandi við tað viðgerð, vit hava, ella um skrásetti persónurin ynskir persónupplýsingarnar strikaðar.
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og tað er eingin háttur av profilering gjørd.
Um tú hevur givið okkum samtykki, kanst tú altíð taka tað aftur. Hetta kanst tú gera, við at seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 2. broti).
Um tú velir at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í 1. broti).
11.1. Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
11.2. Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
11.3. Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til, at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.
11.4. Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
11.5. Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
11.6. Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Dagført 14-05-2024