Í 1904 kom fyrsti trúboðari frá donsku Indre Mission til Føroya. Í 1921 varð samfelagsráð sett á stovn fyri Heimamissiónina í Føroyum. Samfelagsráðið hevði ikki nakran myndugleika yvir trúboðarum ella heimamissiónssamfeløgum, men heldur eina ráðgevandi uppgávu, sum bindilið millum missiónsarbeiðið í Føroyum og Høvuðsstýrið fyri Indre Mission í Danmark.
Í 1990 gjørdist Heimamissiónin sjálvstøðug. Tað er tó enn eitt gott samstarv millum donsku og føroysku heimamissiónina. Hægsti myndugleiki fyri Heimamissiónina er Høvuðsstýrið. Heimamissiónin hevur í dag serliga trý høvuðsøki. Tað er heimamissión, sjómansmissión og altjóða missión. Harafturat er eisini eitt ávíst diakonalt hjálpararbeiði.
Grundarlagið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er tað sama sum hjá Fólkakirkjuni. Virksemi hennara byggir á Guds orð og á ta evangelisk-luthersku læruna. Heimamissiónin hevur sum sítt fremsta endamál og uppgávu at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi.
Arbeiðið verður útint í samstarvi við prestarnar í Fólkakirkjuni, har tað er gjørligt. Til tess at røkka endamálinum verða hildin almenn missións- og bønamøti, bíbliutímar, missiónsvikur og onnur kristilig tiltøk.