Starvslýsing: Ungdómsráðgevi til Heimamissiónina

Kundi tú hugsað tær at verið við at mynda ungdómin í Kirkjuligu Heimamissiónini? Vit vilja raðfesta tey ungu og leita nú eftir einum starvsfólki at styrkja og menna okkara ungdómsarbeiði kring landið. Hetta er ein góður møguleiki at standa í oddinum fyri einum nýggjum strategi-arbeiði millum ung í Føroyum.

Tínar uppgávur verða millum annað:

  •       at arbeiða við nýggjari strategi fyri ungdómsarbeiði saman við leiðsluni og landsungdómsnevndini
  •       at virka fyri, at ung í Føroyum koma at kenna Jesus og vilja fylgja honum 
  •       at menna ungdómsleiðarar 
  •       at stuðla og stimbra lokalum ungdómsnevndum kring landið
  •       at leggja legur, skeið og onnur tiltøk til rættis 
  •       at arbeiða fyri at seta ungdómsarbeiði í gongd, har einki er
  •       at virka fyri at stuðla og menna ungdómsarbeiðið í Kirkjuligu Heimamissiónini. 

Vit ynskja at tú 

  •       hevur royndir innan kristiligt arbeiði – gjarna millum ung
  •       megnar at arbeiða sjálvstøðugt 
  •       ert væl skipað/ur 
  •       dugir væl og elskar at arbeiða við fólki
  •       hevur verið á PODAS, bíbliuskúla ella lisið gudfrøði á einum BA-støði (tó ikki eitt krav) 

Vit bjóða tær

  •       Eitt gott arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum
  •       Persónliga- og fakliga førleikamenning
  •       Gott arbeiðsumhvørvi
  •       Fleksiblar arbeiðstíðir

Løn og setanarviðurskifti

Starvið, sum er fulltíðarstarv, er lønt sambært avtalu og verður sett tann 1. mars, ella so skjótt sum vit hava funnið rætta umsøkjaran. Tú tekur undir við grundarlagnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og kemur at virka í einum tættum samstarvið við Landsungdómsnevndina og aðalskrivaran. Tú vísir beinleiðis til aðalskrivain sum tín nærleiðara. 

Umsóknarfreist

Freistin at søkja er 25. januar 2024. Umsókn skal sendast til 

Meira kunning

Ynskir tú at vita meira um starvið, er tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við Jákup Brúsá, aðalskrivara, á tlf. 720 720 ella

2015
2014
2013