Wildlife

#primitivt #manervið #elskináttúruna #sólsetur #vinarlag #wildlife #nólsoy

Hevur tú áhuga í at ganga í fjøllunum og uppliva náttúruna nær at tær og samstundis stuttleika tær við vinunum, so er Wild life legan júst nakað fyri teg. Á Wild life sova vit í onkrum húsi millum fjøllini. Vit fáa ymiskar avbjóðingar í náttúruni, kappingar, ganga túrar og hugna okkum saman. Vit hava eisini bíbliutímar, har vit hoyra um, hvussu Jesus møtir menniskjum í náttúruni. Hendan legan er tann einasta, sum byrjar áðrenn summarfrítíðina. Hon verður tann 1.-3. juni úti á Nólsoynni og er fyri tannáringar í 7. og 8. flokki. Plássið er sera avmarkað til hesa legu, so tú mást skunda tær at tekna teg. 

Nær: 1. – 3. juni 2018

Kostnaður: 350 kr. (systkinaavsláttur fæst, um fleiri systkin fara á SIMBA legu)

MELDA TEG TIL WILDLIFE


 

SIMBA legurnar

#kulatveraálegu #nýggjarvinir #manervið #stuttligt #jesus 

Á SIMBA legu eru børn, sum ganga í 2.-7. flokki. Tú kanst velja ímillum at fara á legu í Nesvík, Porkeri ella í Sørvági. Á øllum legum eru bíbliutímar. Evni í ár er ”Vit eta nú! – tú ert vælkomin at eta við”. Hvønn dag kanst tú velja ímillum ymiskar breytir, t.d. ítróttarbreyt, ítrivsbreyt, bakibreyt. Her koma børn úr øllum landinum, so tú kanst fáa nógvar nýggjar vinir.

Dato: frá 28. juni – 22. juli 2018 (6 ymiskar legur)

  • 2.-3. flokkur – 28. juni - 2. juli (Nesvík)
  • 2.-5. flokkur – 5.-9. juli (Sørvágur)
  • 2.-5. flokkur – 2.-5. juli (Porkeri)
  • 3.-4. flokkur – 5.-9. juli (Nesvík)
  • 4.-5. flokkur – 12.-16. juli (Nesvík)
  • 5.-7. flokkur – 18.-22. juli (Nesvík)

Kostnaður: 625 kr. (systkinaavsláttur fæst, um fleiri systkin fara á SIMBA legu)

MELDA TEG TIL SIMBA LEGU


 

Familjulegan

#familja #viterusystkin #hugni #fyriøll #stuttligt #øllsaman

Tvær ferðir um árið, kanst tú saman við familju tíni fara á legu í Nesvík. Tá man er á familjulegu, er nógv ymiskt á skránni, so sum kappingar, sangur, undirhald, góður matur, undirvísing fyri foreldrunum, meðan børnini spæla og hava tað stuttligt. Leguhúsið hevur góðar uttandura umstøður fyri børnini, har man kann rógva í bátum, sparka fótbólt, hoppa á stóru hoppupútuni og spæla á spæliplássinum. Umhvørvið runt um er friðarligt og góðir møguleikar fyri at fara ein gongutúr við familjuni.

Nær: 23. – 26. juli 2018

Kostnaður

  • Fyri hjún: 1300 kr.
  • Fyri støk: 700 kr.
  • Pr barn: 200 kr. (tó í mesta lagi 1700 kr. fyri familjuna)
  • Gestabørn (børn afturat tínum egnu): 200 kr.

MELDA TEG TIL FAMILJULEGU


 

Sangfagnaður 

#sanggleði #tónleikur #fultorkestur #kul #gottfyrioyra #konsert #heystfrítíð #vinir

Sangfagnaður er ein sanglega, har áleið 130 børn samlast eitt vikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík. Tað eina kórið er fyri børn í 2.-5. flokki og hitt fyri juniorar í 5.-7. flokki. Børnini framføra eisini øll samlað í einum stórum felagskóri. Tey venja nógv, tí tá legan er liðug, fara tey til Runavíkar og framføra eitt brak av heili tveimum konsertum í Løkshøll í Runavík.  Pssst, tað verður mega kulur tónleikur, gott ljóð/ljós og ikki minst eitt brak av eini konsert, sum 7 góðir kórleiðarar leiða og 130 glað børn syngja. Dámar tær væl at syngja, so er sangfagnaðurin akkurát nakað fyri teg. Til hesa leguna er neyðugt at melda seg til, so skjótt sum tilmeldingin letur upp, tí hon er skjótt fult teknað.

Nær: 19 – 21. oktober 2018

MELDA TEG TIL SANGFAGNAÐIN