Hesa farnu vikuna hava Marjan Nielsen, fyrrverandi barna- og familjuráðgevi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og maður hennara Birgir verið í Beirut í Libanon á árligu SAT-7 ráðstevnuni.
Marjan greiðir soleiðis frá, nú ráðstevnan er komin at enda:
“At møta Guds líðandi kirkju andlit til andlits vekir sterkar kenslur, og tár hava runnið. Men sterkir vitnisburðar hava staðfest, at ‘Guð er í rørslu’ og virkar yvir øll mørk gjøgnum SAT-7 og kveikir ljós, trúgv og vón mitt í vónloysinum.”
“Í dag hava vit vitja eina fóttafólkalegu í BeKaa dalinum í norður Libanon tætt við markið til Sýria. Ein sera sterk uppliving. 2 milliónir flóttar eru komnir til Libanon. Vit komu hagar við kristna hjálparfelagsskapinum Heart for Lebanon við neyðhjálp og fingu eisini møguleikan at vitja famljur.”