Nýggja høllin vígd 27. apríl

Á ársmøtinum í Nesvík 6. apríl kunngjørdi Símun P. Jacobsen, formaður í høvuðsstýrinum, at nýggja høllin í Leguhúsinum, sum vit hava bíðað spent eftir, verður tikin í nýtslu leygardagin tann 27. apríl. 

Vígslan av nýggju høllini og millumbygninginum verður hendan dagin, og sjálvandi verður nógv gjørt burturúr. Hetta er samstundis dagin fyri, at stóra familjutiltakið við gestum frá Sat-7 verður.

Yvirskipaða skráin er henda:

Kl. 16.00: Kaffi og kakur

Kl. 17.00: Vígsla
Taborkórið, The Gadders og Jan Jacobsen syngja

Kl. 18.30: Nátturði

Kl. 20.00: Sangløta
Magni Christiansen og VSJ syngja og spæla

Tiltøkini eru sjálvandi almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin! 

Dagin eftir, sunnudagin 28. apríl, væntast hundraðtals børn og vaksin úr øllum landinum at koma til Nesvíkar til felags sunnudagsskúla við gestum frá sjónvarpsrásini Sat-7 í Miðeystri.

2015
2014
2013