Nýggj vindeygu í Leguhúsið í Nesvík

Síðst í oktober byrjaði arbeiði at skifta øll vindeygu í gamla partinum av Leguhúsinum í Nesvík.

Gomlu rútarnir eru ein stórur orkuslúkur í Leguhúsinum. Við at skifta verður bjálvingin munandi betur, og vit vænta at spara meira enn 100.000 kr um árið í olju (konservativ meting, tí her er hædd ikki tikin fyri teimum mongu rútunum, sum eru punkteraðir umframt at bjálvingin rundan um vindeyguni er vánalig)!

Tað kemur eisini at svara til eina minking í eini 28 tonsum av CO² útláti árliga.

Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið liggur um 1 mió. kr. Hetta umfatar eisini stóru glas-fasaduna í matarsalinum, har tað nú verða færri 'sprossar' og munandi betur útsýni oman ímóti spæliplássinum og hylinum. Tilsamans eini 1200 fermetrar av vindeygum verða skiftir.

Vilt tú sum einstaklingur ella fyritøka vera við til at stuðla hesum, kanst tú flyta eina gávu á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja 'stuðul til vindeygu'. 

2015
2014
2013